12. september 2009 kl 16:00 er alment og ókeypis tiltak í Miðlahúsinum í Vágsbotni um ættina hjá fyrsta borgarstjóranum í Havn. Tað er árliga tiltakið hjá felagnum Ættarbandinum, sum verður í Havn, nú kommunan fyllir 100. Á fundininum hevur Ólavur Clementsen hugleiðingar um fyrsta býráðsformannin í Tórshavnar kommunu fyri 100 árum síðani, Mads Andreas Winther (23.11.1871-8.2.1923) og um lív og ætt hansara.
Mads Andreas Winther er fyrsti býráðsformaður, ið er málaður og settur á veggin í býráðssalinum í Havn. Tað var Chr. Holm Isaksen (1877-1935), ið málaði fyrsta býráðsformannin, beint sum hann fór frá, í 1912.