Mentanarnáttin 2009 verður sett á Vaglinum fríggjadagin 5. juni kl 18:00. Setanarrøðuna heldur Jens Marius Poulsen kommunustóri í Tórshavnar kommunu.
Eftir setanina framførir dansibólkur Hóps 'Let it Rock'.
Jens Marius hevur boðað frá at hann leggur frá sær í summar, nú hann verður 67 og hevur starvast í kommununi í 30 ár.
Tað var 1. juni í 1979 at Jens Marius tók við starvinum sum leiðari fyri líkningardeildini hjá Tórshavnar kommunu. Seks ár seinni gjørdist hann skrivstovustjóri hjá býráðnum og var virkandi býráðsskrivari í eitt ár, til Høgni Mohr tók við starvinum í 1987. Tá Høgni gavst í 1992, tók Jens Marius við sum býráðsskrivari, og tað starvið hevur hann røkt síðani. Fyri fimm árum síðani var heitið broytt til kommunustjóri.
Mentanarnáttin 2009 verður hildin í Havn fríggjadagin 5. juni. Hóast tiltøkini byrja longu kl. 10:00 verður Mentanarnáttin 2009 sett í Gamla Kommunuskúlagarði, tað er millum býráðssalin og fyrisitingina hjá Tórshavnar kommunu, kl. 18:00. Í ár er tað Jens Marius Poulsen, fráfarandi kommunustjóri, ið heldur setanarrøðuna. Í sambandi við setanina spælir Havnar Hornorkestur, og dansibólkurin Hóps framførir.
10:00-14:00 Túnabóltur í Gamla Kommunuskúlagarði
næmingar úr 6. og 7. flokki spæla
10:00-17:00 Føroya Landsbókasavn
Framsýning: 100 ár síðani V.U.Hammershaimb doyði
10:00-19:00 SMS Fimm Klakvíkskvinnur hava listaframsýning á torginum í SMS
Tær fimm eru: Dagny Tróndheim, Astrid Mouritsen, Sigga Petersen, Gull-Britt Hansen og Lydia Petersen.
10:00-21:00 Føroya Fornminnissavn og Útisavnið hava opið í Hoyvík
10:00-22:00 Føroya Náttúrugripasavn, V.U.Hammershaimbsgøta er opið
10.00-24:00 Gamla Reinsaríið í nýggjum hami:
10:00-12:00 Kaffisøla og okkurt til matna
12:00-13:00 Ponyríðing við ríðiskúlanum hjá Hera
13:00-15:00 Andlitsmáling til børn
17:00-18:00 Mótasýning
18:00-20:30 Steðgur
20:30-21:00 Skemt við Riu Tórgarð og Súsonnu Tórgarð
21:00-22:00 Mótasýning: Sirri, Siri, Klivin, Niels L. Arge og Royal
22:00-01:00 Steðgur
01:00-04:00 Undirbeat
11:00-21:00 Listaskálin, Oman Viðarlund,
Vilmantas – samleiki og fasta framsýningin eru opnar
11:00-23:00 Linsan, Áarvegur
Annette Bredstrup sýnir fram vovnar myndir av fiski
13:00-14:00 Súkklurnar fram! Komið og súkklið frá Ítróttarhøllin á Hálsi gjøgnum miðbýin, út til Tekniska skúla í Smiðjugerði, har frukt og drekka fæst. Hetta er sami teinur, sum SIC framførir í tónleiki á Tjóðpallinum á midnátt
14:00-17:00 Karius og Baktus í Grasagarði
Barnatannrøktin, sum verður 50 ár, skipar fyri tiltakinum
14:00-17:00 Hin góði matpakkin í Grasagarði
Við plakat, faldara og mateskju, ið øll fáa sum gávu, kunnar Fyribyrgingarráðið um hin góða matpakkan
14:00-01:00 Loppumarknaður við Gongugøtuna
15:00 Barnakór í Grasagarði
Eldra kór musikkskúlans, sum eru børn úr 3.-7. flokki, ið syngja undir leiðslu av Joannu Johansen og Sunleivi Rasmussen, koma í Grasagarð at syngja
15:00-18:00 Opið hús á Lágargarði, Stoffalág 84
Harmoniku- og klavertónleikur kl. 16.00 við næmingum úr Tórshavnar musikkskúla
15:30 Lágargarður, Stoffalág 84
Dupultkvartettin syngur
16:00 Lágargarður, Stoffalág 84
Harmoniku- og klavertónleikur við næmingum úr Tórshavnar musikkskúla
16:00 Hoyvíkar kirkja
Føroya Klarinettorkestur spælir
16:00-22:00 Listagluggin, Niels Finsens gøta 25
Millum menn og kvinnur í Havn - myndlistaframsýning Tórbjørn Olsen og Zacharias Heinesen
16:00-23:00 Leirlist í Varðagøtu 1
Verkstaður og skulpturgarðurin er opin
16:00-23:00 Smiðjan í Lítluvík, Skálatrøð
Rannvá Holm Mortensen hevur myndlistaframsýning ´
17:00 Lágargarður, Stoffalág 84
Albert Isfeldt greiðir frá um húsið
17:00 Óli Jacobsen vísir runt og sigur frá í Gamla Kirkjugarði
Óli hevur higartil skrivað 100 greinar úr Gamla Kirkjugarði. Rundferðin byrjar við høvuðsportrið
17:00-20:00 Tilhaldið í Tórsgøtu
Drekkamuður við heimabakaðum í kjallaranum í Tilhaldinum, inngongd frá Grasagarði
17:00-23:00 Gallerí Stephansons Hús
Listaframsýning hjá Janusi á Húsagarði
17:00-23:00 Kunningarstovan, Vaglið 4
Felagið Tórshavn og Kunningarstovan eru 25 ár. Opið hús við kaffi og køkum
17:00-23:00 Bojsensgarður
Gamli urtagarðurin aftan fyri H.N Jacobsens bókahandil er opin
18:00 Setan í Gamla Kommunuskúlagarði
Havnar Hornorkestur spælir
Jens Marius Poulsen kommunustjóri setur Mentanarnáttina
Dansibólkurin Hóps framførir ‘Let it rock’ eftir setanina
18:00 Havnar Kirkja
Kirkjan er opin. Tónleikaframførslur verða kl 21:00 og 23:00
18:00-20:00 Ráðhúsið
Ráhúsið á Vaglinum er opið
18:00-20:00 Gongini, Heima í Havn
Eirikur Lindenskov vísir runt og sigur frá í egnum húsum
18:00-22:00 Ríkisumboðið, Laðabrekka
Amtmansgarðurin er opin. Kl 20:00 syngur kórið Dropar
18:00-22:00 Westward Ho, Lágakai
Opið skip
18:00-22:00 M/S Thorshavn, Lágakai
Opið skip og framsýning umborð
18:30 Túnabóltur í Gamla Kommunuskúlagarði
fyri FM- og steypavinnarar úr øllum landinum
18:30 Riddarakrossur frá 200
Grundlógardag 2009 handar rokkbólkurin 200 fyrsta almenna riddarakrossin við áskriftini 'Stokkholmssyndromið'. Handanin er við hornblástri í Vágsbotni.
18:30 TUTL, Glade Hjørn
Dreingjakórið undir Brúnni syngur
18:30-22:00 Snarskivan, Gamli Kommunuskúlagarður
Ingun Hansen hevur myndlistaframsýning
18:30-23:00 Bursatangi
Tórshavnar Sløkkilið er á Bursatanga
18:45 Havnar Bio
Filmssýning: Nátt á Fornminnissavninum (Nat på museet)
19:00 Snarskivan, Gamli Kommunuskúlagarður
Føroya Klarinettorkestur spælir
19:00 Føroya Ferðaleiðarafelag
Gongutúrur út á Reynið og Tinganes. Byrjað verður við Kunningarstovuna.
19:00 Handlarnir í SMS lata aftur
19:00-21:00 Tryggingarfelag Føroya, Kongabrúgvin
Opið hús, skipað rundferð hvønn hálva tíma at síggja bygning og myndlist
19:00-21:00 Hoyvíkar Kirkja, Kirkjustræti, Hoyvík
Kirkjan er opin
19:00-22.00 Tórshavnar Móttøkuhús og Myndasavn, Tróndargøta
Høvi at síggja listasavnið hjá Tórshavnar kommunu
19:00-23:00 Müllers Pakkhús
Býarløg - myndlistaframsýning, Inger Smærup Sørensen er kurator og setur framsýningina
Listafólkini eru Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen og Anker Mortensen
Eftir setanina lesur Oddfríður Marni Rasmussen yrkingar
19:15 Felagið Tórshavn, gongubólkurin
Gongutúr oman eftir Varðagøtu við frásøgufólki. Byrjað verður á krossinum á gamla Oyggjarvegi
19:30 TUTL, Glade Hjørn
Havnar Dansifelag kvøður
Kl 20:00 Ríkisumboðið, Laðabrekka
Kórið Dropar syngur í Amtmansgarðinum
20:00 Havnar Bio
Filmssýning: Einglar og illir Andar (Engle og Dæmoner)
20:00 Beinta Vilhelmsen Niels Finsensgøta 38, við Havnará
Mótasýning við Beintu Vilhelmsen, Cosmeto og Salong Shair
Beinta Vilhelmsen, skraddari hevur opið til kl. 23:00
20:00 og 21:00 Landstýrið, Tinganes
Rundvísing í Skansapakkhúsinum, Vektar- og Sjóbúðini
20:00 og 21:30 M/S Thorshavn, Lágakai
Stuttur sightseeing túrur út um Havnina, tilmelding umborð
20:00-21:00 Tilhaldið í Tórsgøtu
Felagssangur á veghæddini við Simma & kompaní
20:00-21:00 H.N.Jacobsens Bókahandil Vaglið 2
Kom og heilsa uppá Oddvør Skarðhamar og fá eina smakkkiroynd úr køku- og dessertdreymabókini
20:00-23:00 Miðlahúsið
Opið hús við kaffi og køku. Kl 21:00 spælir Bárður Johannesen lættan tónleik
20:00-23:00 Altjóðaskrivstovan, J.C.Svaboes gøta 14
Opið hús, øll kunnu koma at práta um framhaldandi lestur uttanlands
20:30 TUTL, Glade Hjørn
Bólkurin Marius spælir
21:00 Havnar Kirkja
Hugnaligur kafélíkur tónleikur og sangur í ymiskum stíli við Sigrid Sivertsen, sangur, Raymund Nielsen, guitar, Annette Nielsen, violin
21:00 Føroya Ferðaleiðarafelag
Kongavitjanin 1874. Byrjað verður við Kongaminnið
21:00 Tinghúsgarðurin
Konsert við Havnar Hornorkestri
21:00 Ebenezer, Niels Finsens gøta
Opið hús við sangløtu í stórasali, har Sangkórið í Ebenezer luttekur
21:00 Miðlahúsið
Bárður Johannesen spælir lættan tónleik
21:00 Havnar Bio
Filmssýning: Terminator Salvation
21:00-22:00 Reinsaríið í Tórsgøtu
Mótasýning: Sirri, Siri, Klivin, Niels L. Arge og Royal
21:30 TUTL, Glade Hjørn
Fløguaktuelli bólkurin 200 spælir
22:00 Havnar Kirkja
Tónleikaløta við Føroya Klarinettorkestri
22:00 Guðrið Hansdóttir í Mess
Almenn útgávureseptión fyri nýggju fløguna hjá Guðrið, The Sky is Opening. Guðrið spælir nøkur løg og signerar fløgur. Atgongumerki til útgávukonsertina hjá henni, sum er vikuskiftið aftaná, vera eisini til sølu. Mess skrivstovan er opin til midnátt.
22:00 Norðurlandahúsið, Norðari Ringvegur
Tíðarbil - myndlistaframsýning við Inga Joensen og Janusi Kamban, sála, har Havnin er í fokus. Framsýningin, ið fyri mesta partin er fotolist hjá Inga Joensen, hevur tíð og broytingar sum tema. Framsýningin Tíðarbil fevnir um alt húsið uttan Høllina og fleiri sløg av listagreinum. Undan framsýningini framførir Jóna K. Thomsen 'Eitt minni', sum er rørslubrot úr modernaðu dansiframsýningini 'Kyrra', ið verður frumframførd í Norðurlandahúsinum 19. juni 2009. Heðin Mortensen borgarstjóri setir framsýningina.
22:30 Ebenezer, Niels Finsens gøta
Ungdómskonsert á parkeringsøkinum norðan fyri Ebenezer
22:30 TUTL, Glade Hjørn
Fløguaktuelli Petur Pólson framførir
23:00 Havnar Kirkja
Svenskur og bulgarskur fólkatónleikur.
Anna Katrina Petersen, sangur, Angelika Nielsen, violin, Mikael Blak, kontrabas
23:00 Handlarnir í miðbýnum lata aftur
23:00 Vaglið
Tónleikur við Screaming Lobster Service
23:00 Havnar Bio
Filmssýning: State of Play
23:00 Telebúðin í miðbýnum
Framsýning: teletøkni gjøgnum tíðirnar
23:30 Vaglið
Happening undir opnum himni mitt á Vaglinum
23:30 Havnar Bio
Filmssýning: Terminator Salvation
24:00-01:00 Tjóðpallurin
100 ár - 1000 sár, rokkbólkurin SIC framførir bílagt tónleikaverk, ið er ein biltúrur gjøgnum miðbýin aftur við filmi hjá Landsverkfrøðinginum frá 1977. Teinurin er hin sami, sum verður súkklaður kl 13:00 sama dag. Konsertin við SIC er almenn og ókeypis
01:00-04:00 La Terrasse í Tórsgøtu
La Terrasse skipar fyri undirhaldi við plátuvendara og samstundis skipar Rio Bravo fyri grill-party
01:00-04:00 Reinsaríið í Tórsgøtu
Undirbeat í mentanargøtuni
nnnn