Leygardagin 22. august 2009 kl 14:00 fer fyrsti føroyski matfestivalur av bakkastokki.
Høvuðsstaðurin, sum fyllir 100 og er mitt í landinum, fer at leggja karmar til innan- og uttandura tiltøk á Tórshavnar Matsfestivali.
Matur og matgerð hava til allar tíðir verið týðandi tættir í fólks mentan, hvar á jørðini tey hava búleikað, tí matvánirnar og matgerðin hava lagað seg eftir umstøðunum, sum fólkini hava ivað undir. Tað er sjálvandi fyrst og fremst, hvat ið fólkini hava havt at gjørt burtur úr, sum hevur verið avgerandi, men eisini veður og vind ger seg galdandi, og tað veldst eisini, um tey búgva norðuri í kuldanum ella suðuri í varmanum, um tey búgva fram við sjóvarstrond ella inni mitt á meginlandinum. Tað veldst um so mangt.
Føroyingar hava helst havt sína matmentan við sær, haðani teir komu, tá teir nomu land her; men sum frá hevur liðið, og teir eru vorðnir børn av nýggja landinum meira enn av heimlandinum, sum teir rýmdu frá, so man matmentanin eisini hava broytt seg til at vera tað, sum hon var so nøkulunda upp til okkara dagar...
Soleiðis skriva Óluva Skaale og Marius Johannesen á Grækarismessu í 1974, tá ið varðin innan føroyskar kókibøkur, Matur og matgerð á fyrsta sinni kom út í bók.
Nú 35 ár seinni verður roynt at spenna í við bókini hjá Óluvu og Mariussi og gera nýtt lop at dagføra tilfeingið, vit eiga millum fjalls og fjøru í Føroyum.
Grón, fiskur, skeljadjór, hvalur, fuglur, seyður, hara, neyt, mjólkaúrdráttir, egg, epli, røtur, urtir, soppar, ber, tari, øl osfr.
Leygardagin fara eldsálir, kokkar og kókikonur, glaðir amatørar, urtakønir, taraserfrøðingar, skeljadjórskavarar, bóndir, slaktarar, bakarar, bryggjarar, meiaristar, kostráðgevar, granskarar, matstovur og matvøruvinnufólk fara í felags fagnað at sameina gamalt og nýtt, forkunnugt og vanligt, og gera eina roynd at staðfesta, hvussu vítt er til veggja í føroyskari matmentan.
Um dagin verður høvi at vitja framsýningarbásar, og um kvøldið fara matstovurnar í Havn at borðreiða við fyrstafloks mati burtur úr føroyskum rávørum.
Tórshavnar Matfestivalur bjóðar sumbingum, svínoyingum, mykinesmonnum, nólsoyingum og øllum øðrum til Havnar at forvitnast og geva sítt íkast at menna okkara matmentan.
Tórshavnar Matfestivalur hevur egnan profil á Facebook.