Ingi Sørensen er kavari og hevur tikið hópin av myndum á havsins botni kring Føroyar. Á henda hátt verður latið upp fyri teimum ókendu Føroyum.
Á ólavsøku fer Ingi at sýna fram 26 tær litríkastu myndirnar av teim ókendu Føroyum. Eisini verða 150 aðrar myndir av havsins botni kring Føroyar sýndar á flatskíggja. Framsýningin verður í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu 27.-31. juli 2009.
- Tað sum eg vil við mínum myndum er at vísa fólki, føroyingum sum útlendingum, at vit í Føroyum hava ein fantastiska vakran og reinan heim, sum er beint undir vatnskorpuni kring allar oyggjarnar, sigur Ingi Sørensen, ið eisini hevur eitt yvirskipað sikti við litføgru myndunum.
- Eg ivist ikki í, at myndirnar kunnu skunda undir menningina av einari veruligari kavaratourismu í Føroyum. Milliónir av fólki ferðast kring allan heim at kava og her standa Føroyar ikki aftan fyri tey nógvu kendu ferðamálini. Heldur er tað beint tvørtur ímóti. Við hesari framsýning vil eg skapa virðing fyri havinum og øllum tí vakra og dekorativa, sum har er at síggja.
Fernisering er í Posthúskjallaranum mánadagin 27. juli 2009 kl. 15:00. Opið er kl 15:00-19:00 allar dagarnar í ólavsøkuvikuni 27.-31. juli 2009.