4.48 Psykosis er eitt Smack in your face drama, sum leikbólkurin TVAZZ undir leiðslu av Egill Pálsson setir á pall í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum 12. september 2009 og fram.
Leikari og stigtakari er Gunnvá Zachariassen.
Sarah Kane, ið sæst á myndini omanfyri, skrivaði leikin 4.48 Psykosis. Hetta var seinasti leikur frá hennaru hond. Hon doyði í 1999 einans 28 ára gomul. Men eftir hana lá ein rúgva av leikum, ið vórðu spældir um alt Europa. Sarah Kane hoyrdi til unga ættarliðið av leikritahøvundum, sum taldi eitt nú Mark Ravenhill, Abi Morgan og onnur, sum í 1990’unum stormaðu fram við progressivum og kontroversiellum samtíðarleikum.
Í fyrstuni sóust leikir hennara í Royal Court Theatre í London, men skjótt fóru teir um alt Bretlandi og Evropa annars. Hesir leikir fingu skjótt heitið Smack in Your Face drama, tí teir vóru ráir, ópoleraðir og ágangandi í innihaldi, máli og skapi.
4.48 Psykosa er ikki leikur í vanligari merking við plotti, karakterum, konflikt, uppspenningi og forloysing. Nei, heldur er hetta ein kvøða til lívið og longsulin eftir deyðanum í einum fragmentariskum, surreellum og sveimandi tóna, ið als ikki kennist sum svalandi døggdropar ein summarmorgun, men heldur sum bítandi rakibløð á nakna húð, og sum kolandi stormur í sálarinnar djúpastu skýmaskotum, djúpt har niðri, har ongin vón er til. Har sum mest átroðkandi spurningurin er: Er lívið vert at liva?
So frá svarta gálgaskemtinum í Køksdrotningunum til átrúnaðarligt tilverukegl í Fundamentalistinum fer TVAZZ nú við 4.48 Psykosa víðari í síni rannsókn.
Hesaferð verður tikið um enn eitt risastórt tabu-evni: Depressiónin og sjálvmorð. Og hesaferð verður tað kannað við øllum hugsandi miðlum: Leiki, teksti, ljósi, ljóði, lukti, rúmi, tónleiki, inni, úti – ein site specific vallaraferð úti í Samkomuhøllini hjá Landssjúkrahúsinum, har vit øll, áskoðarar sum leikarar, í grundini eru sjúklingar, ella læknar, dómarar, vitni, bøðlar ella bara lúrarar.
”klokkan 4.48
tá vónlósið vitjar
havi eg hug at heingja meg
meðan eg hoyri mín elskara anda
eg vil ikki doyggja
eg vil ikki liva”
(Sarah Kane úr 4.48 Psykosis)
***Ein sjónleikauppliving mann MÁ uppliva***
Luttakarar í verkætlanini:
Leikstjóri.............................................Egill Heiðar Anton Pállsson
Týðari..................................................Gunnar Hoydal
Leikari og stigtakari..........................Gunnvá Zachariasen
Ljóssnið og rúm................................Egil Barclay Høgenni Hansen
Myndir/ video......................................Marianna Mørkøre
Tónleikari............................................Rasmus Rasmussen
Framleiðslustjóri...............................Oddvá Nattestad
Og møguliga fleiri onnur..................hvør veit?
Tíð og Stað:
Frá 12. september 2009
Í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum
TVAZZ
Leikbólkurin TVAZZ er ein yrkissjónleikabólkur, sum varð stovnaður í 2006. Fyrsta uppseting hjá TVAZZ var leikurin Køksdrotningarnar og næsta uppseting var í 2007, leikurin Fundamentalisturin.
TVAZZ er eitt forum, har listafólk innan visuella list hittast, t.e. sjónleikur, dansur, video, myndlist, sniðgeving av ymsum slag, tað verið seg pallur, ljós, ljóð, grafikkur, búnar, foto, installasjón, performance, tónleikur – ja, snøgt sagt alt, sum kann síggjast á palli.
TVAZZ er eitt netverk og eitt forum, har listafólk hittast til sparring, verkætlanir og viðmerkingar, kjak og íblástur, til spæl og leik, til stuðul og stimbur hjá hvørjum øðrum og øðrum ørum.
TVAZZ er sprottið úr sjónleikaraumhvørvinum, tí verður tað fyrst og fremst sjónleikur, sum verður vørumerkið hjá TVAZZ.
Komandi verkætlanin er sjónleikurin 4.48 Psykosa. Men TVAZZ er ein livandi eind, sum er í støðugari menning og tí verður merkt og mýkt av teimum einstaklingunum, sum eru við.
Endamálið er at gera verkætlanir - leikir, framførslur, framsýningar, konsertir – á høgum listarligum støði.
Heimstaðurin er Føroyar, men samstarvað verður við allan heimin. At knýta bond og skapa møguleikar fyri millumtjóða samstarvi. At bjóða listafólki uttaneftir higar og at fáa føroyskar “lista-útisetar” aftur hendanvegin og sjálvsagt at spæla saman við teimum , sum eru her frammanundan.
www.tvazz.com