Havnar Sjónleikarfelag fer saman við Tjóðpalli Føroya at seta upp leikverkið Postkort úr Havn í sambandi við, at Havnin er 100 ár sum fólkavald kommuna. Fyrsta sýningin var í Sjónleikarhúsinum 28. juli 2009 kl 20:00. Hesar dagar verður leikurin eisini sýndur: Týsdag 04.08.09 kl. 20.00 Mikudag 05.08.09 kl. 20.00 Leygardag 08.08.09 kl. 17.00 Sunnudag 09.08.09 kl. 17.00 Atgongumerkir fáast á Kunningarstovuni í Havn og við dyrnar 1 tíma undan sýning. Leikverkið snýr seg um hendingar í Havnini frá 1980’unum og fram til dagin í dag. Vit halda fram, har leikverkið Havnarmyndir slepti. Tiltakið viðger minnisverdar hendingar í hesum tíðarskeiði, er kryddað við sangi og tónleiki og ber brá av kabarett. Mina Reinert skrivar – saman við leikarum og leikstjórum – leikritið, og eru tað Ria Tórgarð og Barbara Christophersen, ið leikstjórna.