Bretska bilverksmiðjan Morgan er javngomul við Tórshavnar kommunu og fyllir 100. Tí hava limir í danska Morgan klubbanum valt at vitja Havnina og síðani koyra runt í landinum.
Ferðaleiðari er Erik Fey, sum við sama høvið kundi hátíðarhalda 80. Føroyaferðina. Hann rekur ferðaskrivstovu og forlag í Hjørring, har hann hevur givið út donsku týðingina av bókini Føroysk myndlist, sum forlagið Sprotin gav í 2000.
Tá teir 22 Morgan bilarnir komu við Norrønu tók Heðin Mortensen borgarstjóri ímóti við talu á Skálatrøð. Síðani vitjaðu gestirnir Føroya Ellisakfør, har nógvir aktivir limur eru.
Á myndini situr borgarstjórin í bretska Morgan bilinum hjá Erik Fey, sum stendur til høgru.