100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu endar við eini Fagnaðarakvøðu, sum Sunleif Rasmussen tónsetur og Føroya Symfoniorkestur framførir við solisti á nýggjárskonserftini 2010.
- Uttan at avdúka alt ov nógv kunnu vit siga, at Fagnaðarkvøðan verður sjálvspeiandi, við óvæntaðum solisti og eins óvæntaðari samanseting av tónleikasløgum, sigur Sunleif Rasmussen í stuttari viðmerking. 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu byrjaði av álvara við verkinum Mastra-Skari í regni eftir Kára Atlason Petersen, sum Føroya Symfoniorkestur framførdi á nýggjárskonsertini í Norðurlandahúsinum 10. januar 2009. Fyri 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu gjørdi Sunleif Rasmussen ólavsøkukantatuna 2009, sum varð frumframførd við solistum, kóri, kvøðarum, kingosangarum og ljóðeffektum á Vaglinum ólavsøkudag 29. juli 2009.
Eins og undanfarin ár verður nýggjárskonsertin í Norðurlandahúsinum send beinleiðis í Kringvarpi Føroya 9. januar 2010 kl 19:30. Bernharður Wilkinson fer at stjórna Symfoniorkestrinum.