Sunnudagin 6. desember 2009 kl 14:00 og kl 17:00 verður árliga jóla- og familjukonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri, sum fer at spæla undir leiðslu av Bernhardi Wilkinson. Í ár verða báðar konsertirnar í Norðurlandahúsinum.
Á skránni verður søgan um kavamannin The Snowman hjá Howard Blake, sum sjónleikarin Annfinnur Heinesen fer at lesa afturvið orkesturtónum og teknifilminum hjá Raymond Briggs. Á jóla- og familjukosertini hoyra vit eisini unga klaversolistin Oluf Dam spæla og eitt stórt barnakór, sum fer at syngja kendar og elskaðar jólasangir.