Havnar Fimleikafelag og fólakvalda Tórshavnar kommuna eru javngomul. Alt árið 2009 hava partarnir samstarvað, m.a. í sambandi við Tórsfagnaðin á Skálatrøð 20. juni 2009, sum ein foreldrabólkur í Havnar Fimleikafelag fyriskipaði.
100 ára haldið hjá Havnar Fimleikafelag fevnir um eina drúgva skrá m.a. við tónleika- og bókaútgávu, sum mentamáladeildin í Tórshavnar kommunu stuðlar.
Fríggjadagin 13. november 2009 skipar Havnar Fimleikafelag fyri móttøku, ið samstundis er byrjan til eina nýggja røð av tiltøkum, ið á ymsan hátt lýsa 100 ára søgu felagsins.
Her er røðan, sum Jógvan Arge, formaður í Mentamálanevndini, helt á móttøkuni hjá Havnar Fimleikafelag 13. november 2009:
Tað er mær ein heiður vegna Tórshavnar Býráð at bera Havnar Fimleikafelag eina heilsan, nú felagið verður 100 ár.
Og lat meg bara leggja fyri við at ynskja felagnum til lukku við, at tað nær hendan hornasteinin, sum ikki er hvørs mans føri. Tað sigur okkum, at her hava knotur verið í felagnum, sum hevur megnað at liva undir skiftandi umstøðum í eina heila øld.
Havnar Fimleikafelag hevur øll hesi 100 árini verið eitt hjartabarn hjá havnarfólki, og tey eru mong, sum ættarlið eftir ættarlið hava røkt sín kropp og mýkt sína vøddar í felagnum.
Upp aftur fleiri eru tey, sum trúliga ár eftir ár hava møtt upp til forkunnugu framsýningarnar og kappingarnar, sum felagið hevur skipað fyri til tess at vísa, hvat er komið burtur úr um vetrarnar.
Onki er sum at eygleiða fimleikarar, kvinnur og menn, gentur og dreingir, tá tey á gólvi ella í leysari luft vísa síni kynstur.
Tað var ásannað, at fimleikur var ikki bert dagdvølja, tá hann gjørdist lærugrein í skúlanum, og tá fimleikafelag varð stovnað her í býnum.
Tað var eisini ásannað, tá hølir vórðu útvegað til fimleikin burturav. Vit kunna kalla tað serhølir, sum annars ikki vóru so vanlig tá á døgum.
Eitt tað fyrsta serhølið av slíkum slag var helst Christinesminde her omanfyri, og tá fútaskrivstovan flutti úr Leigubúðini í Tinganesi síðst í 1880unum varð hon gjørd til fimleikarhøll hjá realskúlanum.
Men hon lá mitt í øllum handilsbýlinginum úti í Havn, og handlarnir høvdu hug á húsinum. Burtur úr tí kom, at Skibsteds-handil fekk loyvi at keypa Leigubúðina, men afturfyri máttu teir byggja ein fimleikarhøll burturav.
Tann fyrsta fimleikahøllin í býnum varð bygd við Boysens garð í 1897. Hon var samstundis fyrsta ítróttabygging, sum yvirhøvur varð framd í Føroyum. So her síggja vit, hvussu centralan leiklut tykkara ítróttagrein hevði, tá skipað ítróttaríðkan av álvara tók seg upp í Føroyum.
Tann fyrsta royndin at bjóða almenninginum til fimleik mundi vera í 1895, tá Maria Jacobsen á Húsum í Havn setti eina lýsing í Føringatíðindi við yvirskriftini ”Gymnastikk fyri kvinnur” Har varð sagt, at ”fimleikur, dyrkaður upp á rættan máta, er gagnligur ikki bert fyri kroppin, men frískar eisini upp andsevnini.
Hann er besta heilsubót; setir blóðið í passaligan røring, styrkir nervurnar og viljakraftina, hjálpir til at fremja samanhald og góða semju; fyribyrgir bleiksjúku og alskyns hysteriska armóð, sum rangvørg uppfostran og livimátin nú í tíðini hava lyndi til at framala”. So mong vóru orðini í 1895, og vit kunna framvegis skriva undir upp á tey.
Nakað skjótt eftir hetta var býarins fyrsta ítróttafelag stovnað, og tá vóru menninir eisini komnir upp í part. Tað felagið æt ”Fimur”, og tað hevur rist seg í søguna við eini mynd av einum framsýningarliði, so tíðliga sum í 1901.
Um hetta mundið gekk tann spírandi áhugin fyri ítrótti í ymsar ættir. Áhugin fyri fótbólti tók eina tíð yvirhond í hesum ”Fimi” og endaði við, at HB var stovnað sum sjálvstøðugt felag í 1904, meðan áhugin fyri fimleikinum kølnaði eitt skifti. Tey áhugamálini vórðu aftur savnað í Havnar Fimleikafelag, tá tað varð stovnað 9. desember í 1909.
Siðani hevur tað gingið slag í slag. Tá eg var smádrongur lógu stór buntir av teimum fyrstu árgangunum av Ítróttatíðindum hjá ÍSF uppi á ovasta lofti hjá okkum. Eg hevði til fragd at lesa í teimum og eitt, sum eg minnist einabest er, at søgan hjá Havnar Fimleikafelag var so væl dokumenterað.
Serliga minnist eg tær mongu myndirnar av kvinnum og monnum á fimleikaliðum, sum royndu seg í nýggju og stóru fimleikahøllini, ið varð bygd omanfyri Realskúlan fyri 1920.
Har vóru myndir av stórum og snøggum hópum av havnarungdómi. Har vóru myndir av slíkum kappum sum Poul Ellingsgaard, Sofus Viðstein, Oliver Dam og Palla Nolsøe, sum vóru einafremstir millum fimleikarar í Havn. Og har sóust Vigga Cohr, Maria Arge Beier og aðrar fimleikalærindur.
Har vóru hugtakandi myndir av kvinnu- og mansliðunum, sum Havnar Fimleikafelag sendi til Lingiaduna í Stockhólmi í 1949 og til Noregs í 1950 við Kirstin og Martin Holm á odda. Og har vóru myndir av úrmælingum sum Hera hjá Christiani Sandinginum, Palla hjá Liffu og Lítla Erlingi.
Soleiðis kundi eg hildið fram eina góða løtu, men hetta og meir aftrat fáa tit óivað alt at vita, tá bókin um Havnar Fimleikafelag kemur í ljós á sjálvum 100 ára degnum.
Eg haldi, at vit órædd kunna siga, at fimleikurin í Føroyum fylgir við tíðini. 100 ára søgan hjá Havnar Fimleikafelag er eisini søgan um, hvussu fimleikur yvirhøvur hevur ment seg hesa seinastu øldina – ikki minst innihaldsliga. Aftrat bragdarhuginum eiga nú tónleikurin og listin sín stóra lut í hesi frumítróttagrein.
Fimleikurin er ein sonn fólkaítrótt. Her er pláss fyri fólki í øllum aldri – frá tí, tú dugir at ganga, til tú ikki ert gonguførur meir. Í Havnar Fimleikafelag skilji eg, at yngstu íðkararnir eru hálvtannað ár og teir elstu er farnir upp um sjeyti.
Við sínum 1200 limum fevnir felagið ógvuliga breitt, og húsast verður í hvørjum króki, komast kann framat: undir spildurnýggjum umstøðum í Hoyvíkshaganum ella í gomlum verksmiðjum, sum eru gjørdar um til amboðsfimleik.
Breiddin íðkar av hugi og førimuni. Úrmælingarnir við lív og sál fyri at vinna. Men øll fyri at liva væl og hava tað gott.
Tórshavnar Kommuna ásannar, at fimleikurin hevur stóran týdning fyri trivnaðin. Kommunan ásannar eisini, at tann frælsi fimleikurin í býnum er eitt týðandi tilboð í so máta. Skal tilboðið eydnast til fulnar, hevur kommunan ásannað, at hon má gera sítt til at útvega tíðarhóskandi karmar.
Tí hava vit í býráðnum satt at siga ikki blunkað við at taka eitt ódnartak fólkaítróttini fimleikinum til frama við teimum trimum fimleikarhallunum undir einum taki í Gundadali, har rytmiskur fimleikur og amboðsfimleikur fáa javnbjóðis møguleikar.
Tá meta vit okkum eisini hava sett ein virðiligan varða yvir tað arbeiði, sum havnarfólk í eina øld hava gjørt í Havnar Fimleikafelag til tess at ”styrkja nervurnar og viljakraftina” og ”fyribyrgja bleiksjúku og alskyns hysteriska armóð”.
Hjartaliga til lukku við teimum 100 árunum og tí góða arbeiði, sum tit hava gjørt og sum tit framvegis gera. Vit síggjast aftur í Gundadali í vár.
Takk fyri.
Jógvan Arge, formaður í Mentamálanevndini í Tórshavnar byráð