Hósdagin 10. desember 2009 kl 17:00 verða triðja, fjórða og fimta bókin í røðini um Havnar søgu, løgd fram í Müllers Pakkhúsi. Við sama høvið verða tvey heiðursskjøl handað Teimum av Kamarinum og Simma og teimum fyri tónleik í hálva øld.
Skrá:
Simme spælir klaver
Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini og umboð fyri ritstjórnina heldur røðu
Jens Pauli Nolsøe og Kári Jespersen, rithøvundar, handa borgarstjóranum fyrstu bindini av triðju, fjórðu og fimtu bók av Havnar søgu
Heðin Mortensen, borgarstjóri, handar Teimum av Kamarinum heiðursskjøl
Jógvan Arge, býráðslimur, handar Simme og teimum heiðursskjøl
Tey av Kamarinum og Simme og tey spæla
Bókarøðin Havnar søga
Tá bókarøðin Havnar søga er liðug, fer hon at telja seks bøkur og føra okkum heilt fram til okkara dagar.
Hesar tríggjar bøkurnar í røðini um Havnar søgu, ið nú verða lagdar fyri almenningin, flyta okkum í høvuðsheitum fram til 1909, tá Havnin gjørdist fólkavald kommuna og fór at virka eftir nútíðar grundsjónarmiðum um valrætt og valbæri. Hetta fyristingarliga nýbrot er støðið undir hátíðarhaldinum í Tórshavnar kommunu í ár.
Grind í Havn
Triðja bók í røðini um Havnar søgu byrjar við frásøgnum, serligum tilburðum og samtíðarlýsingum av Havnini. Síðan verður grind í Havn viðgjørt fram til dagin í dag. Kongligi handilin frá 1816 og til fríhandil, har gongdin frá halli til avlops verður lýst.
Traðirnar í Havn
Fjórða bók í røðini um Havnar søgu byrjar við frásøgnum, serligum tilburðum og samtíðarlýsingum av Havnini. Bókin lýsir annars Skansaverki 1812-1865, Havnar skúla 1812-1912 og Havnar traðasøgu fram til 1909 við nágreiniligum yvirliti yvir traðir í Húsahaga og Flatnahaga/Álakershaga.
Handil og vinnulív
Fimta bók í røðini um Havnar søgu er um handil og fiskivinnu, Fabrikkina hjá Østrøm í Rættará og demografisku menningina 1816-1909 og kommunal viðurskifti sama tíðarskeið. Eisini eru yvirlit yvir kommunustýrislimir 1866-1909 og limir í ymsum øðrum almennum nevndum.
Heiðursskjøl
Við sama høvið verða heiðursskjøl latin Teimum av Kamarinum og Simma og teimum. Orsøkin er at hálv øld er runnin síðani Tey av Kamarinum góvu fyrstu plátuna út og løgdu lunnar undir tónleik á plátu á móðirmálinum. Samstundis er hálv øld runnin, síðani Simme lat upp Simme Musikkhús, sum enn er til í miðbýnum. Á rútmiska tónleikaøkinum hevur Simme gingið undan og er enn virkin í Tilhaldinum hjá Tórshavnar kommunu.
Frá landnámi til okkara dagar
Í formælinum í Havnar søgu sigur Heðin Mortensen borgarstjóri at Tórshavnar kommuna byrjaði túsundáraskiftið við miðvísum raðfestingum á mentanarøkinum, har hin mest umfatandi var ætlanin at skriva Havnar søgu, frá landnámi til okkara dagar.
Mentamáladeildin skipaði eina ritstjóranevnd, ið legði verkið til rættis. Í nevndina komu Annfinnur í Skála, Jógvan Arge, Andras Mortensen, Bárður Jákupsson og Gunnar Hoydal. Á sumri 2001 vórðu søgufrøðingarnir Jens Pauli A. Nolsøe og Kári Jespersen settir at arbeiða burturav við Havnar søgu.
Trý ár seinni komu tvær tær fyrstu bøkurnar, ið lýsa Havnar søgu frá bóndagarðinum á Húsabrúgv í víkingatíð til Vágsbotnshandilin, Kongliga handilin og hvussu Havnin vaks og mentist fram til 1816.
Søgan er lykilin at skilja samtíðina
Mangan hevur verið sagt, at søgan er lykilin at skilja samtíðina. Tá vit uttan úr heimi fáa ófrættatíðindi, hevur meiri enn so verið sagt, at tey, ið ikki kenna søguna, eru dømd at endurtaka hana. Hesi mongu orðafelli vísa okkum týdningin at skjalfesta tilburðir og gera søguna atkomuliga hjá bæði borgarum og granskarum. Tað hevur verið málið við hesum heildarverki um Havnina, sum nú nærum er komið á mál.
- Tað er mín vón at, at hetta stórverk veksur enn meir um áhugan fyri okkara søguríku miðstøð og borg, ikki bara hjá havnarfólki, men tjóðini allari, sigur Heðin Mortensen,
Borgarstjóri, í formælinum til Havnar søgu.
Grafik Studio hevur sniðgivið bøkurnar og gjørt permur. Føroyaprent hevur umbrotið, viðgjørt myndir, prentað og innbundið. Fyri Tórshavnar kommunu hevur Bókadeild Føroya Lærarafelags staðið fyri útgávunum.
Mynd: Søgufrøðingarnir Jens Pauli A. Nolsøe og Kári Jespersen hava síðani summarið 2001 arbeitt burturav við Havnar søgu