Undir heitinum Tey av Kamarinum fáa Nicolina Jacobsen, Áslakkur Jakobsen, Eyðbjørn Jakobsen, Ingolf Jakobsen, Jákup Jakobsen og Birgir Jakobsen heiðursskjal frá Tórshavnar býráð fyri føroyskan tónleik á plátu í hálva øld.
Grundgevingin er soljóðandi: Hálv øld er runnin, síðan Tey av Kamarinum gjørdu fyrstu grammofonplátuna og á henda hátt løgdu fólksligar lunnar undir føroyskan popptónleik fyrst og fremst í Útvarpinum, men eisini í dansistovum úti um landið. Úr gerandislívi verkafólksins, heima og úti, hava Tey av Kamarinum megnað at seta orð á kenslur hjá føroyingum, sum eftir loknan arbeiðsdag kunnu savnast til dans ella samkomu og lurta eftir tónleikinum hjá systkjunum úr Konradsbrekku í Havn. Úr egnum umhvørvi hava Tey av Kamarinum skapt ein heimligan pall, ið er egin, ektaður og slitsterkur. Tórshavnar býráð vil við hesum heiðursskjali seta Teimum av Kamarinum merki í 100 ára býarsøguna og minnast teirra drúgvu tænastu fyri bý okkara.
Heiðursskjalið er undriskrivað av Heðini Mortensen, borgarstjóra og Jógvani Arge form. í mentamálanevndini.