Ítrótta- og fimleikahallir
Í Tórshavnar kommunu eru fimm ítróttahallir og átta fimleikarhallir.
Kommunan eigur fýra av ítróttahøllunum, nevniliga Høllina á Hálsi, Hoyvíkshøllina, Badmintonhøllina og ítróttahøllina í Kollafirði. Gundadalshøllina eiga ítróttafeløgini Neistin, Kyndil og Fleyr í felag.
Tey, sum ætla sær at leiga hallirnar, skulu venda sær til hallarvørðin.
Fimleikarhallirnar eru allar kommunalar, og verða í dagtímunum serliga brúktar av skúlum. Nýggja fimleikahøllin Fimi í Gundadali varð tikin í nýtslu í mai 2010. Harumframt eru Høllin á Stórheyggi og hallirnar í Argja Skúla, Kommunuskúlanum (tvær), Eysturskúlanum, Hoyvíkar Skúla, Skúlanum við Løgmannabreyt, Kollafjarðar skúla, Sankta Frans skúla og á Stórheyggi. Uttan fyri skúlatíð verða hallirnar leigaðar út til ymiskt ítróttavirksemi.
Skúlarnir umsita útleiganina av fimleikarhøllunum í skúlunum.
|