Les
Sitemap
English
Polski
Pyccknn
A
A
Tekstastødd
Leita
Forsíða
Tænastur
Kommuna
Býráð
Vinna
Børn og ung
Bústaður og bygging
Eldraøkið
Ferðsla
Frítíð og mentan
Heilsa og trivnaður
Umhvørvi
Kommuna
Umsiting
Sjálvavgreiðsla
Tíðindi
Útlendskar síður
Útgávur
Myndasavn
Ognartorgið
Sitemap
Býráðið og nevndir
Borgarstjórin
Fíggjarviðurskifti
Kunngerðir
Verkætlanir
Vinnan
Ferðavinna
Verkætlanir og tiltøk
Vakstrarætlan
Umhvørvisvika 2010
Asfalt
Átrúnaður
Bókasøvn
Fótbóltsvøllir
Ítróttar- og fimleikahallir
Jól í Miðbýnum
Kvøld- og ungdómsskúli
Mentanarhús
Mentanarnátt
Mentanarstuðul
Mentanarvirðislønir
Musikkskúli
Ólavsøka
Ovastevna
Svimjihylar
Søvn
Tiltøk
Tórshavnar kommuna 100 ár
Tiltøk
Melda tiltak til 100 ára haldið
Søguligt baksýni
Búmerkið
Virksemi
Kalendari
Westward Ho
Tórshavnar kommuna 100 ár
Nú Tórshavnar kommuna hevur verið fólkavald kommuna í 100 ár, verður hátíðarhald.
Fyrsta tiltak verður 27. november 2008. Tá eru 100 ár, síðani fyrsta fólkaræðisliga kommunuvalið var í Havn. Henda dag fer ein stjórnmálafrøðingur at hugleiða um 100 ár við fólkaræði í Havn. Samstundis verða myndir av valdu býráðslimunum sýndar fram.
Sjálvt føðingardagsárið, 2009, verður fylt við tiltøkum at hátíðarhalda kommunala fólkaræðið.
Ein heimasíða verður gjørd, har øll fólk í kommununi kunnu leggja myndir og skriva søgur. Umframt at verða ein afturlítandi goymsla, verður nútímans tøkni brúkt at sýna privatu søguna hjá okkara borgarum í myndum og teksti. Talgilda tilfarið verður liggjandi og vaksandi í vavi.
Samstarvað verður við Føroya Symfoniorkestur, sum á nýggjárskonsertini 2009 fer at framføra tónleikaverk, sum Tórshavnar kommuna hevur bílagt undir heitinum “Mastra-skari í regni”. Tá umræður tekstin, er upphavsmaðurin William Heinesen, annar av tveimum heiðursborgarum í Havn. Tónaskaldið er Atli Kárason Petersen. Konsertin verður send beinleiðis í Kringvarpinum.
Ljós verður aftur varpað á hundrað ára haldið saman við Føroya Symfoniorkestri, barnakóri úr Kommunuskúlanum og íslendska rokkorkestrinum Dúndurfréttir 21. februar 2009, tá 30 ára gamla tónleikaverkið “The Wall” eftir Pink Floyd verður framført í Norðurlandahúsinum. Kjarnin í verkinum er sjálvsagdur, tá vit hugsa um fólkaræði og samstundis lata tað klassiska og tað fólksliga renna saman í eini fagnaðarkonsert, ið setur hin einstaka í fólkaræðisligt ljós, innan og uttan fyri múrarnar.
Seinni í 2009 verður kaffiborð og big band tónleikur í Tórsgøtu og við havnalagið, har sjónleikahús, spælistøð, miðlahús og kaffistovur eru. Men býurin er størri enn so.
Kommunan røkkur jú heilt úr Trøllhøvda, um Hest og Borðuna, heilt norður á Deild í Kollafirði. Allastaðni skulu borgarar í Tórshavnar kommunu sanna, at vit hava hundrað ár á baki sum fólkavald kommuna í 2009.
september 2010
m
t
m
h
f
l
s
30
31
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
Melda tiltak til 100 ára haldið
Hevur tú eitt liðugt tiltak, har fólkaræði – ítøkiliga ella sum súmbol – er í miðdeplinum, so vilja vit hjálpa tær at marknaðarføra tiltakið undir okkara búmerki.
Melda til her
Um búmerkið
Búmerkið er talið 100, ið er aldurin, sum fólkavalda Tórshavnar kommuna kann hátíðarhalda í 2009.
Les meira
Søguligt baksýni
Við danskari ríkisdagslóg frá 1866 gjørdist Havnin fyrsta kommunan í Føroyum. Millum teir seks stýrislimirnar var fútin, ið hevði fastan sess.
Les meira
Innrita
Tórshavnar Kommuna
Postmoga 32, FO-110 Tórshavn. Avgreiðsla: Snarskivan, Vaglið.
Tlf: 30 20 10. Faks: 30 20 11. T-postur: torshavn
torshavn.fo
Avgreiðslutíðir: Ma-fr. 9.00-16.00.