Fótbóltsvøllir

Fýra fótbóltsvøllir eru í kommununi: Ovari vøllur, Niðari vøllur og Tórsvøllur í Gundadali og vøllurin á Argjum. Mentamáladeildin hjá Tórshavnar kommunu umsitur allar fýra vøllirnar.

Ein og hvør kann læna fótbóltsvøllirnar, tá fótbóltsfeløgini ikki nýta teir. Er talan um stór tiltøk, er neyðugt at bíleggja vøllirnar hjá mentamáladeildini í góðari tíð.

Sokallaðir FIFA-sparkivøllir eru á ymiskum støðum í kommununi. Øllum stendur í boði á nýta vøllirnar.