Bókasøvn

Í Tórshavnar kommunu eru, Býarbókasavnið, Kollafjarðar bygdar- og skúlabókasavn og 10 skúlabókasøvn á hesum skúlum:

Argja skúli, Eysturskúlin, Hests skúli, Hoyvíkar skúli, Kommunuskúlin, Nólsoyar skúli, Sankta Frans skúli, Skúlin í Kaldbak, Velbastaðar skúli og Venjingarskúlin. Bókasøvnini á skúlunum eru ætlað næmingum og lærarum í frálæruhøpi.

Umframt hesi bókasøvn er Landsbókasavnið eisini í kommununi. Landsbókasavnið er tjóðbókasavn føroyinga, og hevur sum høvuðusuppgávu at savna inn, skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um føroyskar bókmentir, og so mikið sum gjørligt av bókmentum um Føroyar.