fleiri enn 140 lærugreinir Kvøldskúlin í Havn setir í kvøldskúlaárinum 2010/11 sítt egna met. Nógv tann størsti og fjølbroyttasti skúli í landinum byrjar tað nýggja kvøldskúlaárið síðst í september við fleiri enn 140 lærugreinum. Av teimum eru meira enn 20 nýggjar lærugreinir, eitt nú arkitekturur 100 tey seinastu árini og tónleikaframleiðsla og tríggjar staklærugreinir á HF-stigi. Afturat hesum kunnu m.a. eisini nevnast glaslist, power yoga, lær at liva við diabetes, tilskering og seyming fyri ung, essusmíð/jarnsmíð.
Kvøldskúlin bjóðar fram sítt stóra úrval av lærugreinum á handaliga, listarliga og bókliga økinum. Útboðið er millum annað skeið at vera foreldur at tannáringum, smíð fyri tvey ættarlið, fínari matgerð fyri menn og fleiri skeið í filmslist, og Havnar søga verður víðkað til at biðja uppaftur fleiri leik og lærd koma og siga sína Havnar søgu.
Hetta kvøldskúlaárið eru eisini fyrrapartsskeið í til dømis tøving, plantuliting, spinning og møblapolstring.
Nágreinilig lýsing av flestu lærugreinunum er at síggja á heimasíðu kvøldskúlans, www.kvoldskulin.fo, undir teiginum lærugreinir. Seinasta skúlaár vóru tilmeldaðir 2405 næmingar. Næmingatalið í ár verður væntandi umleið tað sama sum í fjør.
Faldarin við teirri víðfevndu skránni hjá Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla 2010/11 verður borin í hvørt hús í Tórshavnar Kommunu í næstum, umframt at hann er á heimasíðuni, og her kanst tú melda teg til. Skráin stendur eisini í Dimmalætting og Sosialinum nú um vikuskiftið 3. og 4. september.
Latið verður upp fyri tilmelding mánadagin 6. september kl. 18.00, og tilmeldingin er opin til mánamorgunin 13. september kl. 07.00. Tilmeldingardagin, mánadagin 6. september, er skrivstovan opin frá kl. 18.00 til 22.00.
Tilmeldingin, ið er bindandi, er bara galdandi, um næmingagjaldið er goldið innan ásettu freist.
Tilmelding skal fara fram á heimasíðuni hjá kvøldskúlanum, og skal næmingagjaldið eisini gjaldast við tilmelding.
Flestu lærugreinir byrja í viku 39.
Tey, ið ikki hava møguleika ella síggja seg før fyri at brúka tilmeldingarskipanina, kunnu fáa hjálp við at koma inn á skrivstovuna hjá Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla, sigur Jákup Pauli Strøm, skúlastjóri.
Tær handaligu lærugreinirnar skúlaárið 20010/11 enda við framsýning í Kollafirði 10. apríl og í Havn 16. og 17. apríl 2011.
Kvøldskúlin í Havn er fluttur í nýggj og snotilig høli í J.H. Schrøtersgøtu 1.
|