Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens

Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens verða latnar á hvørjum ári.

Talan er um tríggjar virðislønir: Fyri fagurbókmentir, yrkisbókmentir og mentanaravrik. Ein nevnd við fimm limum umboðandi býráðið, Fróðskaparsetrið og Rithøvundafelagið, ger av, hvør fær virðislønirnar. Nevndin hevur heimild til at lata færri enn tríggjar virðislønir og eisini onga at lata.

Virðislønin varð fyrstu ferð latin í 1958. Tað var Rithøvundafelagið, sum heitti á Tórshavnar býráð um at stovna eina árliga bókmentavirðisløn. Virðislønin skuldi bera navn eftir mentamannin Mads Andrias Jacobsen, ið m.a. var rithøvundur, lærari, bókavørður og borgarstjóri í Havn.

Fyrstu nógvu árini æt virðislønin Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens, og talan var bara um eina virðisløn. Í 1996 varð reglugerðin broytt, soleiðis at 3 virðislønir kundu latast, og navnið varð broytt til Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens.

Virðislønirnar, ið eru 20.000 kr. hvør, verða vanliga handaðar tann 17. september – á føðingardegi Mads Andrias Jacobsens.

Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs

Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs verður latin sama dag sum Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens, 17. september.

Tvær virðislønir kunnu latast, men nevndin hevur eisini heimild til bert at lata eina ella onga. Virðislønirnar eru 20.000 kr. hvør.

Í nevndini fyri heiðurslønina eru fimm limir, sum umboða býráðið, Býarbókasavnið og skúlabókavørðirnar í kommunalu skúlunum.

Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs varð latin fyrstu ferð í 1976.