Um stovnin:

Frítíðarskúlin við Løgmannabreyt lat upp 18. august 2008.

Í niðastu lonini í skúlanum við Løgmannabreyt, er Frítíðarskúlin.

Hetta er ein nýmótans bygningur, við fleiri smáum rúmum og klivum, sum verða brúkt til ymisk endamál, millum annað eitt verkstað, rokarúm, stilt rúm, teldurúm pútu/lesirúm,dukkukrókur. Eisini er ein hems og ein stórur køkur, har børnini eru við til at matgera.

Vit hava eisinimøguleika at brúka skúlastovurnar, ítrottarhøllina, dramarúmið og tónleikarúmið.Tað verður bygdur ein verkstaður seinni í garðinum, til millum annað leir- ogtræverkstað, sansirúm og drívhús.

Í garðinum uttanfyri frítíðarskúlan er fótbóltsvøllur, stórt asfalterað pláss til alt uttandura spæl t.d. íshokey, mánabilar, skateboard o.a.

Tá garðurin endaliga verður gjørdur liðugur verður klatristativ, reiggjur, rennistrongur og mangt spennandi.

Børn í 1. og 2. flokki úr skúlanum við Løgmannabreyt ganga í Frítíðarskúla her. Frítíðarskúlintekur ímóti tilsaman 96 børnum.

Í Frítíðarskúlanumstarvast íalt 12 fólk.

ENDAMÁLIÐ
Vit ynskja at skapa ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag saman viðbørnunum, í einum umhvørvi, har barnið heldur tað vera stuttligt, avbjóðandi og hugnaligt at verða. Vinalag, trivnaður, spæl og ymisk ítriv, kemur at hava ein stóran leiklut hjá barninum. Børnini eru sjálvi í stóran mun við til at myndagerandisdagin.

Vit vóna við hesum, at fáa nøkur ábyrgdarfull, glað, sjálvstøðug og skapandi børn.

Frítíðarskúlinhevur orðað eitt virðisgrundarlag, ið umfatar alt virksemi hjá frítíðarskúlanum:

TRIVNAÐUR, VIÐURKENNING, SAMSTARV, MENNING


Samband
Frítíðarskúlin við Løgmannabreyt

Karlamagnusarbreyt 47

188 Hoyvík
Teldupost: ftslog@torshavn.fo
Heimasíða: www.fritidarskulin.fo

Leiðari: Sandra Mikkelsen
Upplatingartíðir :
Mánadag–fríggjadag kl. 11-17

Telefon
Frítíðarskúlin tlf. 302453
SMS tlf. 250837
Leiðarin 302454 ella 214364