Vælkomin á ólavsøku So streyma føroyingar aftur úr øllum ættum til Havnar at halda ólavsøku. Dagarnar 28. og 29. juli er fólkatalið í høvuðsstaðnum nærum tvífaldað.
Ólavsøkan er tjóðarhátíð okkara og verður hildin til minnis um norska kongin Ólav hin Heilaga, sum fall á Stiklastøðum í 1030.
Ein hópur av tiltøkum setur sín dám á Havnina hesar dagarnar, har gaman og álvara, ung og gomul, verðsligt og andaligt ganga lið um lið.
Burtur úr rúgvuni av tiltøkum kunnu nevnast ólavsøkukonsert, skrúðgonga við ítróttafólki og hornorkestri, kappróður, landskappingardystir í fótbólti, tivoli, møtir, gudstænastur, listaframsýningar og tingið verður sett. Og so midnáttarsangurin, har einir kanska 12.000 glaðir ólavsøkugestir savnast í heimsins størsta kóri. |