Heilsupolitikkur
Tórshavnar kommuna ynskir at fremja eina mentan, ið setur ágrýtni, arbeiðsgleði og heilsu í hásæti. Málið er at økja trivnaðin millum starvsfólk og virka fyri, at stuðla upp undir heilsustøðuna hjá einstaka starvsfólkinum.
Kommunan setir sær sum mál at vera eitt arbeiðspláss, ið hevur tryggan rakstur og samstundis veitir borgarunum góða tænastu.
Hetta vilja vit gera við at
vera eitt heilsugott arbeiðspláss, ið arbeiðir fyri góðum likamligum og sálarligum arbeiðsumhvørvi
skapa eina mentan, ið setir ágrýtni, arbeiðsgleði og heilsu í hásæti
hava fokus á heilsuligar orsøkir til sjúkrafráveru
Kommunan setir sær sum mál at vera eitt arbeiðspláss, har starvsfólk samstarva og læra hvør av øðrum.
Hetta vilja vit gera við at
fremja og menna møguleikar fyri felags virksemi hjá starvsfólkum
fremja heilsulig átøk, sum nøkta tørvin hjá so nógvum starvsfólkum sum gjørligt
arbeiða við støði í heildarmetingum, í mun til at fyribyrgja sjúku í arbeiðinum
Kommunan setir sær sum mál at vera eitt arbeiðspláss, har starvsfólkið mennist.
Hetta vilja vit gera við at
fremja menningarátøk, ið betra um heilsuna
útvega vitan og amboð um heilsuframa
skapa skilagóð sambond millum lívshátt, arbeiðsumhvørvi og sosialu ábyrgd kommununnar
Fíggjarnevndin oktober 2008