Fyrsta fríggjakvøld í juni verður skipað fyri mentanarnátt í Tórshavnar kommunu.
Tiltakið er ár um ár vaksið í vavi og í størri og størri mun vorðið ein fólkaveitsla við tónleiki, undirhaldi, fyrilestrum og alskins tiltøkum.
Hevur tú spurningar viðvíkjandi mentanarnáttina ber til at seta seg í samband við Kunningarstovuna tlf. 30 24 25.