Reglugerð
Umsóknarfreistin er ásett til 2 mánaðir, áðrenn ynskta farloyvi, galdandi frá 1. ella 15. komandi mánaða.

Foreldur kunnu søkja um, at barnið fær farloyvi frá ansingarplássinum við trygd fyri, at tað aftur fær pláss, tá farloyvistíðin er úti. Einasta treytin fyri farloyvi er, at barnið er burtur frá ansingarstaðnum í minsta lagi 6 mánaðir.

Boðast skal frá í seinasta lagi 2 mánaðir áðrenn pláss ynskist aftur. Um flutt verður úr kommnuni í avmarkað tíðarskeið t.d. í sambandi við útbúgving, kunnu foreldur søkja um farloyvi fyri barn á bíðilista upp til eitt ár í senn.

Annað

b = barnagarður
v = vøggustova
bv = barnagarður og vøggustova