Westward Ho var bygd í Grimsby í 1884 av Leaver & Co við einari bruttotonnagu uppá 92.52 tons. Hon var keypt til Føroyar í 1895 og fram til 1940 var hon til fiskiskap undir Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Rockall og við Bjarnoynna.
Í seinnu helvt av 1920unum fekk hon motor og sum fleiri aðrar føroyskar sluppir, fekk hon eisini stýrhús og bátadekk. Øll árini undir seinna Heimsbardaga sigldi hon vandasjógv millum Ísland, Føroyar og Aberdeen við fiski.
Eftir kríggið varð hon riggað til við línu um várið og til sildafiskiskap seinni um árið.
Seinasti túrur Westward Ho var til rættiligan fiskiskap var í 1964. Tá fekk hon motorskaða og varð løgd. Eingin hugur var at seta nýggjan motor í gamla skipið og eisini var tað ringt at finna manning, tí so nógv nýggj fiskifør vóru komin til landið. Grunnurin keypti Westward Ho í 1966 frá táverandi eigara á Tvøroyri.
Tórshavnar kommuna hevur sambært avtalu við "Grunnurin Sluppin", sum higartil hevur verið eigari av sluppini ”Westward Ho” XPXS gjørt av, at umskipa ognarviðurskiftini og raksturin soleiðis, at sluppin verður avhendað til Tórshavnar kommunu.
|