Eldraráðið


Eldraráðið hevur til endamáls at ráðgeva býráðnum um øll viðurskifti, ið hava ella kunnu hava ávirkan á eldru borgararnar í býnum. Býráðið skal leggja slík viðurskifti fyri Eldraráðið til hoyringar, áðrenn týðandi avgerðir verða tiknar, men Eldraráðið kann eisini sjálvt taka upp viðurskifti ella mál, ið kunnu ávirka tey eldru.

Eldraráðið hevur skrivstovu í Tilhaldinum og heldur regluligan nevndarfund eftir tørvi ella tvær ferðir um mánaðin, vanliga mánadag klokkan 10.00.

Katrin Holm er forkvinna, og Erna Háberg er næstforkvinna.

Kunna teg nærri
Eldraráðið
Telefon: 21 40 78
T-post: eldrarad@torshavn.fo

Viðtøkur
Her ber til at lesa viðtøkurnar fyri Eldraráðið í Tórshavnar kommunu.

Viðtøkur fyri eldraráðið
Eldraráðið frá 1. januar 2017
Vald í ráðið eru:
Katrin Holm, forkvinna
Erna Háberg, næstforkvinna
Petur Rouch, kassameistari
Julianna Klett, skrivari 
Helgi Hansen, nevndarlimur

Tiltakslimir:
Niels Pauli Danielsen
Tórgerð Dam
Eyrith Leyni
Brynhild Danielsen
Ása A. Østerø