Sølutorgið í Vágsbotni

Endamálið við sølutorginum í Vágsbotni er at fólk kunnu koma at keypa og selja nýveidda vøru og grønmeti undir skipaðum viðurskiftum, har Heilsufrøðiliga starvsstovan og kommunan hava eftirlit við staðnum.

Reglur fyri at selja á Søluplássinum

Tú kanst søkja um loyvi at selja ymiskar vørur á sølutorginum í Vágsbotni. Í løtuni er loyvi  at selja:

Á sølutorginumer loyvt at selja:
• Nýveiddan fisk
• Nýveidda grind
• Nýveiddan fugl og egg
• Óskorið grønmeti og epli
• Fiskavøru frá góðkendum og løggildum virkjum

Les meira um treytirnar við at trýsta á slóðina niðanfyri.
Treytirnar fyri at selja omanfyri nevndu vørur eru:
Soleiðis bíleggur tú pláss
Loyvi at selja á sølutorginum fæst við at venda sær til Snarskivuna  á tlf. 302010. Eru ivamál ber eisini til at seta seg í samband við umsjónarfólkið á tlf. 210007.
WC viðurskifti
Upplatingartíðirnar eru hesar:

Summartíð 15. apríl –30. sept:
mán – ley kl. 8– 20 og
sun kl. 12–20

Vetrartíð 1. okt – 14. apríl:
mán – ley kl. 8 – 17 og
sun kl. 12– 17

Vesið er til seljarar í Mylnugøtu.
Gevið gætur
Søluplássið er undir eftirlitið av Tórshavnar kommunu og Heilsufrøðiligu starvsstovuni.