Skipan av grindadrápi í Havn

Ein nýggj dagføring, hvussu eitt grindadráp verður skipað í Havn, er nú liðug. Tað er sýslumaðurin, fyrisitingin hjá Tórshavnar kommunu og grindaformenninir, sum hava staðið fyri dagføringini. Myndugleikin á økinum er sýslumaðurin, og uppgávan hjá fyrisitingini er at samstarva við sýslumannin og grindaformenninar um mannagongdir og skipan av grindadrápinum.

Ein nýggjur faldari verður í løtuni gjørdur og kann fáast á Snarskivuni í næstum.

Dagføringin mai 2009

Grindaboð
Týdningarmikið er, at sýslumaðurin, snarskivan, grindaformenninir, álitisgrindamenn¬inir o.o. fáa grindaboðini sum skjótast, soleiðis at drápið kann verða so væl skipað sum til ber.

Tá sýslumaðurin fær grindaboðini, boðar hann í arbeiðstíð snarskivuni frá og aftaná arbeiðstíð sløkkiliðsstøðini frá, og syrgja tey fyri, at boðini verða givin víðari sum skjótast um Globi-skipanina til grindaformenn o.o. sambært listanum “Grindaboð”, sum liggur niðanfyri.

Fyrireiking á sandinum
Grindaformaður á sandinum stílar, saman við álitisgrindamonnum og sløkkiliðsmonnum, fyri girðing og at fólk halda seg uttan fyri hesa og ansar eftir, at kvirt er á sandinum og gevur boð um, nær tíð er at fara oman á sandin at skera á háls. Endi við refleksum verður spentur fram við landinum undir sjúkrahúsinum har steinar liggja.

Nakrir av álitisgrindamonnunum eru í froskmannabúna og hjálpa til við at seta á hvalir, tá sleipað verður.

Grindaformenn
Tiltaksgrindaformenn
Álitisgrindamenn á sandinum
Ferðslan
Politiið ansar eftir, at ferðslan kann ganga sum hon skal fyrst og fremst eftir hospi¬talsvegnum, men eisini eftir øðrum vegum har um leið, har fólk seta bilar frá sær og/ella steðga á at hyggja.

Grindarakstur
Fyri ikki at pøsa grindina, og fyri at grindin skal vera so góður matur, sum vit jú ynskja, er umráðandi ikki at reka hana ov harðliga. Týdningarmikið fyri drápið er at spekja grindina við so spakiligum og hóvligum rakstri sum til ber og bert at brúka ekkolodd, astikk o.a. eftir boðum frá grindaformonnunum, men annars eiga allir grindabátar at hava fastakast.

Tilmeldingin á sandinum
Grindamenn á sandinum melda seg til hjá uppskrivarum, sum eru í vesti við áskrift “uppskrivari”.

Fyri at vissa seg um, at ein er skrivaður upp, verða grindamenn bidnir um at stilla seg uppí røð við uppskrivararnar.

Alt fyri eitt tilmeldingin er liðug, skulu uppskrivararnir, uttan drál, flýggja sýslu¬manninum listarnar til drápspart. Tá uppskrivingin er um at vera liðug, eigur ein av uppskrivarunum at fara til sýslumannin við listum fyri at fáa gongd á skrivingina og fyri at medvirka til, at seðlarnir kunnu koma skjótt út.

Uppskrivararnir hjálpa skrivifólkunum at lesa nøvnini.

Sleip
Grindaformenninir biðja sum vant egnaðar bátar taka sær av sleipi, men knípir við luttøku, verður álagt bátum at sleipa, áðrenn teir verða skrivaðir upp.

Fyri at fáa bátarnar skjótt út aftur frá kaiini, eru stroppar klárir, tá tikið verður ímóti hvalunum. Flaki liggur við kaiina, har menn hjálpa at taka ímóti. Hivast má ikki við togi ella neilonendum.
Grindin kemur til drepning
Drápið
Tilmelding av bátum
Tilmeldingin fer fram umborð á Pressaranum ella øðrum egnaðum báti, sum liggur við vestaru boyuna uttan fyri oljutangarnar. Eru líkindini ikki til vildar, liggur hann á øðrum hóskandi plássi longri inni.

Tilmeldingin byrjar eftir boðum frá grindaformonnunum. Tilmeldað verður við bæði borð, bátarnir skulu tí koma í tveimum røðum vestanífrá. 3 mans, sum eru í vesti við áskrift “uppskrivari” skriva upp.

Bátar verða uppskrivaðir við havnakenningarmerki, navni, bátastødd, bátaánara og tali av grindamonnum. Í grindareglugerðini § 3, stk. 3, stendur “Bátur, sum fer í grind, skal vera merktur við havnakenningartekni”. Bátur uttan havnakenningartekin skal venda sær til sýslumannin.

Tá tilmeldingin er liðug, skulu uppskrivararnir uttan drál flýggja sýslumanninum listarnar til drápspart og medvirka til, at seðlarnir koma skjótt út. Uppskrivararnir hjálpa skrivifólkunum at lesa bátanumrini/bátanøvnini.

Vakt, uppfisking og skipan av kaiøki o.a.
Grindaformaður setir vaktarmenn/hjálparfólk, sum eru í vesti við áskrift “hjálparfólk”, tá tað sæst, at grindin er komin í Sandagerði.

Av trygdar- og reinførisávum sperra vaktarmenninir av fyri óviðkomandi, spula, áðrenn hvalirnir verða heysaðir og spula av og á, meðan koyrt verður við trukkunum. Hvalirnir eiga ikki at leggjast ov tætt.

Vaktarmenninir opna allar hvalirnar, so teir ikki spillast. Eru stundir til tess, taka teir innanúr, so hvalirnir kølna skjótari, og grindin verður so góður matur sum til ber.

Merking
Grindaformaður stílar fyri merking í raðfylgju og skundar undir hana sum mest, um neyðugt við eyka fólki. Umráðandi er at flýggja sýslumanninum seðlarnar sum skjótast.

Seðlar
Seðlarnir koma út hjá Magn á Vestaru Bryggju.


Mai 2009
Sýslumaðurin/Tórshavnar kommuna
Spurningar
Hevur tú spurningar viðvíkandi grind og mannagongdir kanst tú seta teg í samband við Snarskivuna tlf. nr. 302010.
Kunngerð
Grindabátar

Í „Kunngerð um grind“ frá 8. apríl 1998 er ásett í § 3 stk. 3, at: „Bátur, sum fer í grind, skal verða merktur við
havnakenningartekini“.

Nevnda „havnakenningartekin“ er tí ein fyritreyt fyri at fara í grind við báti og fyri at vera við í einum grindaskifti.
„Havnakenningartekin“ fæst ókeypis við at venda sær til: Føroya

Skipaskráseting, Heykavegur 6A, postboks 347, 110 Tórshavn, tlf. 35 30 30.

G.G.: Aftaná 7. september 2009 er adressan hjá Føroya Skipaskráseting:
Sigmundargøta 13, postboks 264, 110 Tórshavn, tlf. 35 60 10.


Streymoyar Sýsla, hin 27. august 2009
Andras Marr Poulsen
sýslumaður
Fráboðan av grindaskaða
Grindaskaði á bát, t.e. skaði á bát, sum eftir boðum frá grindaformanni hevur tikið lut í sjálvum drápinum, skal fráboðast grindaformanni beinan vegin, drápið er av, og bátar hava útinnt tað, ið sýslumaður og/ella grindaformenn hava givið boð um, men innan uppskriving av bátum.

Skaðasýnismaðurin sýnir skaðan sum skjótast.

Skaði á landi skal somuleiðis fráboðast skaðasýnismanninum. Boð um skaða á landi kunnu eisini latast grindaformanni. Skaðasýnismaðurin er altíð at hitta á býráðsskrivstovuni hálvan tíma, áðrenn seðlarnir koma út.