venjingartilboð í badmintonhøllini

Venjingar fyri eldri eru hvønn mikumorgun og fríggjamorgun kl 10.00. Venjingarnar vara fimm korter og aftaná er hugnaløta við kaffi o.ø góðum.

Tilboðið er fyri menn og kvinnur eldri enn 67 ár, sum ynskja at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða og stuttliga løtu saman.

Endamálið við venjingini er at betra javnvágina og at økja styrkina og heilsustøðuna til tess at geva vælveru og lívsgleði og fyri at fyribyrgja fall og lívsstílssjúkur.

Vanliga verður fyrst hitað upp. Síðani eru ymisk spøl ella venjingar, har dentur verður lagdur á, at øll kunnu vera við. Endað verður við eini hugnaløtu við kaffi/te/vatn/frukt, har møguleiki er fyri sosialari samveru, og har prátið vanliga gongur væl.

Óneyðugt er at tekna seg, tað er bara at møta upp í Badmintonhøllini.

Goldið verður við bankaflyting, og mánaðarligi kostnaðurin er 170,- fyri 2 ferðir um vikuna og 130,- fyri 1 ferð um vikuna.

Takið góð klæði við at beistast í eina løtu. Øll gera sjálv av ferðina og kunnu venja í samráð við ergoterapeutarnar Kirstin Ellingsgaard og Hallgerð Kristiansen, og fysioterapeutin Jákup Petur Eliassen.
Komandi tilmelding
Møt upp fyrsta mikudag í mánaðinum kl. 10.00 í Badmintonhøllini í Gundadali.