Býráðslimir síðani 1909

Síðani Tórshavnar kommuna gjørdist fólkavald kommuna í 1909 hava 130 býráðslimir verið valdir. Í 100 ára ritinum, sum er givið út við hetta høvið, sæst eitt yvirlit yvir allar býráðslimir tær farnu 25 býráðsseturnar, eins og í verandi býráð. Eisini sæst ein talva, sum vísir tað áramál, býráðslimir hava sitið í býráðnum, og harafturat er eitt yvirlit yvir borgarstjórar síðani 1909. Viggo Christiansen hevur gjørt yvirlitið, og Birgar Johannesen hevur funnið fram søguligu myndirnar av býráðslimunum hesi 100 árini.