við Myllutjørn


Øll stykkini eru seld.

Eystan fyri Karlamagnusarbreyt og norðan fyri Hoyvíkar skúla er eitt øki, sum er um 22.000 m² til víddar. Økið er útstykkjað til 64 grundøki, ið eru uml. 213 m² til støddar hvørt. Alt grundøkið er tó 317 m², tí uml. 104 m² eru partur av fríøkinum, nevnd tún.

Túnini eru trý, og komandi er til teirra frá Karlamagnusarbreyt. Tað eru tríggir atkomuvegir til útstykkingina frá Karlamagnusarbreyt.

Eftir komuvegnum frá Karlamagnusarbreyt kunnu bilar og fólk koma inn í túnini, ið verða miðsavnandi fyri býlingin. Úr túnunum eru gøtur til húsini. Felags parkering, ruskinnsavnan, møguliga postskipan, bilvask, spæl o.a. hjá yngri sum eldri verður miðsavnað um túnini. Til hvørt túnið eru uml. 20 hús.

Húsini, sum eru uml. 55 m² til støddar og í mesta lagi 3 fullar hæddir, standa á einum grundøki, ið er uml. 213 m². Úthúsini/bilhúsini eru uml. 20 m².

Hvussu hús og úthús/bilhús skulu standa er samtykt í serstakari byggisamtykt fyri útstykkingina, ið kann verða lisin HER.

Kostnaður fyri grundstykkini er mettur til kr. 451.681,00

Við í kostnaðinum er planering av stykkjunum, vegarbeiði og leggjan av leiðingum til vatn, streym, telefon og gøtuljós, umframt liðugtgerð av felagsøkjum.

Myndir síggjast HER
Ofta settir spurningar - trýst á evnið niðanfyri
Kloakkgjald
Vatngjald
Reinsiverk
Húsvognar o.t.
Skal eg nýta fjarhitaskipanina?
Skulu húsini bindast til felags reinsiverk
Kunnu húsini hava rottanga?
Hvussu nógv bilpláss skulu verða á hvørjum stykki
Hvussu høgan garð kann eg gera?
Nær skal garðurin gerast og hvørja hegnskyldu havi eg, og hvør skal gjalda garðin?
Kann eg selja stykkið víðari?
Hvussu leingi kann eg bíða við at byggja sethúsini?
Kann eg flyta húsini ella bilhúsið?
Er vatn, kloakk, streymur og telefon til hvørt stykki?
Er loyvt at byggja annað enn sethús og bilhús, t.d. skúr, karnapp, svala o.a?
Kann bilhús verða inni í húsinum?
Skal kjallari verða úr betong?
Eru avmarkingar viðvíkjandi vali á tilfari uttaná?
Ruskílat og grøna ílatið
Hvat við sløttum taki ella einvegistakhalli?
Vindmyllur, skelti og lýsingar
Parabolur og antennur
Innkoyring til húsini
Meira kunning
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Tórshavnar kommunu, tel 30 20 10

Bjartur Mortensen
Løgdeildin