Tilhald


Í kommununi eru fleiri høli, har eldri fólk kunnu hittast til ítriv og prát.

Tað størsta er Tilhaldið í Tórsgøtu, sum læt upp í 1998. Har ber til at spæla kort, fáa undirvísing í teldu, lesa bløð, hoyra fyrilestrar og ymiskt annað.

Undirhús eru í Vágsbotni og á Argjum, har eldri menn hittast til prát og kortspæl. Og í bygdarhúsinum í Kollafirði er dagtilhald fyri pensjónistar hvønn mánadag kl. 15-21.30 frá oktober til mai mánað.

Eitt dagtilhald er í Nólsoy sum hevur opið mánadag og týsdag frá kl. 13-17, og hósdagar frá kl. 10 - 17.