Dagstovnurin við Velbastaðvegin

Her eru 4 vøggustovur við ávíkavist 11, 10, 10 og 10 børnum á hvørjari stovu. Orsøkin til hetta er, at stovurnar eru ikki eins stórar.
Vit hava 3 barnagarðstovur við børnum 3-5 ár, og eina barnagarðsstovu við 6-7 ára gomlum børnum. Talið á barnagarðstovunum er normerða til 18 børn á hvørjari stovu.

Starvsfólk
Vit eru umleið 35 starvsfólk, so hetta er ein stórur stovnur.
Vit hava ein leiðara og tveir vara leiðarar (ein fyri vøggustovuna og ein fyri barnagarðin). Eisini eru 2 álitisfólk. Vit hava húsavørð, sum hevur verið knýttur at stovninum, síðan hann byrjaði, og køkskonu, sum ger okkum mat.

Døgurða
Vøggustovu børnini fáa døgurða mána-, týs- og mikudag. Hinar dagarnar hava tey matpakka við. Køkskonan ger millummála til alt húsið hvønn dag. Umleið annan hvønn mánað hava vit kalt borð í vøggustovuni. Í barnagarðinum er eisini av og á kalt borð og onkutíð gera tey pitabreyð.

Garður
Vit hava ein sera góðan og stóran garð, sum bjóðar børnum í øllum aldri ymiskar avbjóðingar. Har er sandkassi, reiggjur, 3 smá hús, 1 borg, skreiðibanar, bøur og óslætt lendi, fótbóltsvøllur, trappur. Eisini hava vit súkklur í ymsum støddum, mánabilar og úti leikutoy.

Byrjan og endi á degnum

Vit lata upp hvønn morgun kl. 7.30 og steingja aftur kl. 17.00.

Tað eru 2-3 úr vøggustovuni sum lata upp og taka móti børnunum tann fyrsta tíman. Kl. 8.00 eru allar stovur mannaðar. Í vøggustovuni møtast vit úti á gongini, har vit sita til borðs og fáa okkum morgunmat. Vit gera tað hugnaligt og róligt hjá børnunum at koma.

Í barnagarðinum eru 2, sum lata upp og taka ímóti børnunum. Tann fyrsta tíman møtast øll í alrúminum í nýggja bygninginum. Kl. 8.00 fara tey inn á stovurnar, og tá eru allar stovur mannaðar.

Kunning/spurningar
Dagstovnurin við Velbastaðvegin
Velbastaðvegur 39-41
100 Tórshavn

Telefon: 30 21 80
Fartelefon: 22 45 35

T-postur: bgvelb@torshavn.fo
Netsíða: dagstvelb.fo
 
Leiðari: Mona Rasmussen Mohr
Upplatingartíðir: 7.30 - 17.00


Telefon á stovum
Skrivstovan               29 21 80
Starvsfólkarúm          29 21 92
Reyða stova              29 21 83
Bláa stova                 29 21 84
Grøna stova              29 21 85
Gula stova                 29 21 86
Uppistova                  29 21 81
Uttarastova                29 21 87
Miðstova                    29 21 88
Innistova                    29 21 89