Í ár verður umhvørvisvikan frá 10. til 16. mai og evnið í ár verður áin, vágin og fjøran.
Evni, áin, vágin og fjøran er valt eitt nú tí ST hevur útnevnt ári 2010 til Lívfrøðiligt margfeldisár og kommunan hevur í desember 2009 undirskriva Agenda 21 sáttmálan um burðadygga menning.
Harumframt eru nýggj úrslit frá umhvørviskanningini av Havnar vág og lagt verður fram kloakkætlanin fyri Tórshavnar kommunu.
|