Klubb 188

Ungdómshúsið í Hoyvík, KLUBB 188, er ein stovnur fyri ung úr 6. fl. - 18 ár úr allari kommununi. Ungdómshúsið er opið tríggjar ferðir um vikuna, ung úr 6. flokki kunnu vera í KLUBB 188 týskvøld til kl. 21.00 og í vikuskiftunum til kl. 22.00. Navnið eiga tey ungu sjálv eftir eina navnakapping.

Virksemi
Tað ber til at leinkja (linka), spæla telduspøl, vera á YouTube, spæla Playstation, ymisk borðspøl, borðtennis og fótbóltspøl. Í húsinum er annars skapandi verkstaður, tónleikarúm, sjónvarpsrúm, hugnakrókar, kafé og kiosk, umframt sjónvarpskíggjar og televarp. Áðherðsla verður løgd á sosialan felagsskap, og KLUBB 188 er eisini virkin í SSP samstarvinum.

Ungdómshúsið er við til at samskipa ymisk tiltøk saman við hinum ungdómshúsunum í býnum. Klubb 188 húsast undir somu lon sum frítíðarskúlin í Hoyvík.

Kunning/Spurningar
KLUBB 188
Vegurin Langi 23
FO 188 Hoyvík

T-postur: bjarnibe@torshavn.fo
Netsíða: facebook.com/ungdomshusidKLUBB188

Leiðari: Bjarni Beder
Tel. 21 47 89

Upplatingartíðir
Týsdag: Kl. 19.00 - 23.00
Fríggjadag: Kl. 19.00 - 02.00
Leygarkvøld: Kl. 19.00 - 02.00