KARLAMAGNUSARBREYT - NÝGGJA MIÐSTAÐARGØTAN

Karlamagnusarbreyt verður handilsgøta, mentanargøta, skrivstovugøta og bústaðargøta. Og tú hevur møguleika at ogna tær byggibúgvið vinnu- ella bústaðarstykki við Karlamagnusarbreyt. Møguleikarnir fyri bygging eru sera fjølbroyttir. Til ber at tvinna saman lættari vinnu, handil, skrivstovu og bústað. Sum nakað heilt serstakt kunnu íbúðir eisini frámatrikulerast soleiðis, at til ber at gera íbúðir og samstundis nýta partar av bygninginum til vinnu og handil. 

Trýst á myndina niðanfyri og tú sært, hvørji stykki eru tøk.




Stødd á grundstykkjum
Útstykkingin fatar um 53 grundøki. Íroknað felags parkeringsøki er støddin á grundstykkjunum millum umleið 185 og 2.500 fermetrar. Grundstykkini eru grivin út og grovplanerað. Fjarhiti, vatn, kloakk og streymur er lagt inn á hvørt stykkið, og verða felags parkeringsøkini asfalterað. Fyrsti bygningurin á Karlamagnusarbreyt er liðugur.

Kostnaður
Fermetraprísurin er kr. 1.170,10

Fleiri upplýsingar
Um tit vilja ogna tykkum eitt stykki, ella um tit hava spurningar í hesum sambandi, kunnu tit venda tykkum til løgdeildina, telefon 30 20 10. Ella sendið eitt teldubræv til torshavn@torshavn.fo


Stykkini eru byggibúgvin og matrikulerað.
Myndir síggjast HER.
Sølulisti
Niðanfyri sært tú yvirlit yvir tøku stykkini við Karlamagnusarbreyt.

Prísir og stødd á stykkjum

Kort av øllum stykkjum

Økisyvirlit 2016.xlsx
Meira kunning
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Tórshavnar kommunu, tel 30 20 10

Bjartur Mortensen
Løgdeildin