Vakstrarætlanin fyri Tórshavnar kommunu

Tá Vinnumenningardeildin varð stovnað í 2008, fór Tórshavnar kommuna av álvara undir miðvísa menning av umstøðunum hjá vinnuni í høvuðsstaðnum.

Fyrsta stigið var at fara undir at gera eina vakstrarætlan fyri høvuðsstaðin. Býráðslimir og stjórnin í kommunu hava átt ein týðandi leiklut í hesum saman við umboð fyri vinnulív, vitanar- og mentanarstovnar, arbeiðsmarknað og onnur. 

Arbeiðið at seta mál og leggja ætlanir er býtt í 4 partar og verður liðugt um ársskiftið 2010 – 2011. Tá er klárt at fara undir íverksetan av ætlanunum. 

1. og 2. partur: Hvussu er støðan?
Fyrsti partur hevur verið at savna hagtøl, gera frágreiðingar og kanningar, fyri at fáa eina hylling av støðuni anno 2010. Næsti partur var at greina tilfarið. Úrslitið er m.a. ein støðumynd, sum lýsur veikleikar og styrkir, og møguleikar og hóttanir hjá høvuðsstaðnum, ein sonevnd swot-greining. Greiningin kann m.a. lýsa tey økir, vit eiga at leggja okkum serliga eftir at menna, og lýsa eitt nú teir møguleikar, okkum eru í boði.

3. partur: Hvat ynskja vit fyri framtíðina?
Triði partur hevur verið at finna útav, hvørji eyðkenni okkara framtíðar høvuðstaður skal hava. Við býráðssamtyktini 18. mars 2010, har visiónin og framtíðarmyndin fyri høvuðsstaðnum vóru samtykt, er nærum komið á mál við hesum parti. Les meiri um visiónina her

4. partur: Hvussu røkka vit málinum?
Fjórði partur í vækstrarætlanini er at finna útav, hvussu vit røkka málinum, sum eru visiónin og framtíðarmyndin. Ætlanin var, at seinasti partur av arbeiðinum skuldi vera liðugur um ársskiftið 2010 - 2011. Heimasíðan um Vakstrarætlanina er ment og er klár at taka í brúk. Avgerðin um at almannakunngera síðuna er politisk og hendan avgerðin er enn ikki tikin. Tí er síðan framvegis ikki almenn.