Tilhaldið


Endamál Tilhaldsins er at geva pensjónistum í Tórshavnar kommunu møguleikar at hava ein innihaldsríkan gerandisdag. Eitt fjøltáttað virksemi við fyribyrgjandi og heilsufremjandi tilboðum í hugnaligum umhvørvi.



Hugsjónir

At varðveita og menna heilsuna hjá pensjónistum í Tórshavnar kommunu.
  • Ein stovnur, har hugni, trivni, menning og virðing fyri tí einstaka er í hásæti.
  • Har øll kenna seg væl, fáa nýtt síni evni og førleikar, læra og hava tað stuttligt.
  • Skal gera mun fyri lív og heilsu.
  • Arbeiðið er grundað á megireglur ST´s viðvíkjandi eldri.

Mál
Vit ynskja at veita eina góða tænastu og skapa tryggar karmar soleiðis, at pensjónistar í Tórshavnar kommunu trívast og kunnu gera tað, teimum dáma.

Ongin limaskapur er. Vit ynskja, at øll skulu kenna seg hjartaliga vælkomin.

Kunna teg nærri
Tilhaldið í Tórsgøtu
Tórsgøta 21
100 Tórshavn
Tel. 21 66 27 ella 21 66 29
tilhald@torshavn.fo

Netsíða: tilhaldid.fo

Upplatingartíðir:
Mánadag - fríggjadag 09-16

Leiðari: Eydna Berg

Hagtøl
17.144 vitjaðu Tilhaldið í 2014

Íbúgvar yvir 66 ár: kvinnur 1.462, menn 1.232

Normering: Leiðari og eitt starvsfólk fulla tíð. Reingerð 10 tímar um vikuna.

Nevnd: 5 pensjónistar, ið saman við leiðara Tilhaldsins hava ábyrgd av tiltøkunum.
Reglugerð
Reglugerðin fyri Tilhaldið í Tórsgøtu sæst HER