Framtíðarmyndin

Framtíðarmyndin er málið, og ein týdningarmikil partur av vakstrarætlanini. Framtíðarmyndin lýsur høvuðsstaðin, sum vit droyma um hann um eini 20-30 ár og skal kveikja okkara hug at gera dreymin til veruleika.

At gera dreymin til veruleika skal ikki vera løtuverk. Framtíðarmyndin er tí so framúrskarandi, at vit mugu leggja alla orku í at skapa ímyndaðu framtíðina.  

Vit ímynda okkum okkara høvuðsstað sum eina miðstøð fyri lærdómssetri og vinnumenning. Á úrvaldum økjum skara lærustovnar okkara so framúr, at eisini lesandi, undirvísarar og granskarar uttaneftir leita sær hendaveg at taka lut í bæði skúlaskapi, gransking og vinnumenning.

 

Við støði í vitan, vinnuligum royndum, góðum førleikum og sterkari mentan blóma fyritøkur og arbeiðspláss innan nýggjar vinnugreinar kring skúlaumhvørvið og universitetið, sum seta sær stór mál og leggja dent á skapan, íverkseting og handilsskap. Í kjalavørrinum av tí blóma framkomnar stuðulstænastur og tænastur, sum fremja lív millum bæði íbúgvar og vitjandi. Í okkara høvuðsstaði eru gróðrarlíkindini tí góð hjá bæði nýggjum vinnum, fyritøkum uttaneftir og virkjum, sum hava djúpari røtur her. Hesar vinnur røkka sjálvt teimum fjarastu marknaðunum kring knøttin. Eitt sterkt vinnulív leggur soleiðis lunnar undir framburð og vælferð.

 

Høvuðsstaðurin hevur ein bæði sterkan og tiltiknan mentanarpall, sum á mongum økjum kappast við umheimin í dygd, um enn ikki í vavi. Tónlist, myndlist, leiklist og onnur list  blóma á ein hátt, so bæði leikfólk og úrmælingar kunnu troyta sína skapanargleði og menna síni evni. Umstøðurnar at spæla leikir og hava konsertir skara framúr í dygd, sniði og originaliteti í góðum samsvari við allan høvuðsstaðin. Tær savna allar føroyingar og gera okkum ernar, og tær draga at sær bæði gitin listafólk og kræsið publikum uttan úr heimi. Sama ger seg galdandi innan ítróttina.

 

Alt hetta kemst av, at í okkara høvuðsstaði búgva og virka lið um lið allir samfelagsbólkar, øll ættarlið og fólk úr nógvum ymiskum londum. Ungdómurin er sjónligur í býarmyndini, og alskyns tungumál hoyrast á gøtuni. Vit hava valt at búgva her, tí at her eru nakrir spennandi og øðrvísi møguleikar. Í okkara høvuðsstaði trívast øll, sum - hvør við sínum gávum - ynskja at menna Føroyar, sama um tey altíð hava búð her, eru heimafturkomnir útisetar ella einaferð hava verið fremmandafólk.

 

Eitt fevnandi tolsemi og eitt opið forvitni knýtir bond millum okkum øll, sama hvussu ymisk, vit eru, og uttan mun til, hvussu vit velja at skipa okkara sosiala lív. Tað er hetta umhvørvið, sum styrkir og mennir tey mentanarligu virðini eins væl og tey vinnuligu. Øll kenna seg eins trygg, fræls og eggjað til skapan. Okkara høvuðsstaður skarar framúr, tá tað ræður um at hýsa ymiskleikunum.

 

Til tess at rúma hesum er okkara høvuðsstaður væl umhugsaður og skipaður í einum strembandi býarplani við samanspæli millum vakran og spennandi arkitektur, eina livandi miðbýarkjarnu, ein væl varðveittan gamlan býarpart og náttúruna. Við einum ósvikaligum og framtíðartryggjaðum undirstøðukervi er hann eisini væl knýttur at restini av landinum og umheiminum – bæði ferðsluliga og elektroniskt. Afturat estetikkinum og miðvísa logistikkinum umboðar hann eisini burðardygd, bæði búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga. Hetta skapar borgarunum trivnað, vinnuni gróðrarlíkindi og okkara høvuðsstaði og landinum øllum sóma og gott altjóða umdømi.

Framtíðarmyndin
Framtíðarmyndin var samtykt á býráðsfundi 18. mars 2010.

Eitt samt býráð stendur aftan fyri samtyktini.