Avbjóðingarnar fyri framman 

Avbjóðingarnar hjá høvuðsstaðnum eru at skapa fólkavøkstur og búskaparvøkstur, og er hetta júst endamálið við vakstrarætlanini.

Kanningar okkara vísa, at útlitini fyri høvuðsstaðin eru fólkaminking. Hóast fólkavøksturin í Føroyum hevur staðið í stað, er Havnin vaksin støðugt seinastu mongu áratíggjuni. Tað kann tí tykjast løgi at tosa um fólkaminking í høvuðsstaðnum.

Mynstrið í fólkaflyting í útjaðaraøkjum er tó, at fólk fyrst flyta av bygd í býirnar, fyri síðani at savnast í stórbýum. Og tá gerst Havnin eisini útjaðari. Hetta sæst m.a. í útisetakanningunum, har tey ungu velja Føroyar frá. Skulu Føroyar og høvuðsstaðurin ikki vera fyri somu lagnu sum onnur útjaðaraøkir, má fólkavøkstur uttaneftir til.        

Búskaparvøkstur er neyðugur, um vit skulu varðveita og menna verandi vælferðartænastur.

Tí er endamálið við vakstrarætlanini at skapa fólkavøkstur og búskaparvøkstur.