Fortreytir fyri vøkstri og menning


Her er stutt kunning um tey øki, ið býráðslimir, kommunustjórn og umboð fyri vinnu, arbeiðsmarknað og vitanarstovnar meta eru fortreytir fyri menning og vøkstri.

Kunnleika, altjóða samstarv og trivnað meta vit saman við virkisfýsni at vera fremstu fortreytirnar fyri, at menningin av føroyska samfelagnum kann eydnast væl. Høvuðsstaðurin skal tryggja, at Føroyar kunnu kappast við metropolarnar í grannalondunum um hesar fortreytir – og soleiðis eisini um tey komandi ættarliðini.

Kunnleiki og førleikar eru hópaðir í tí menniskjatilfeingi og teirri sosialu organisatión, sum gerst alsamt meira avgerandi grundarlagið undir lívførari virðisskapan. Samfeløg, sum meðvitað og við dirvi gera íløgur í kunnleika og førleikamenning fara at hava bestu úrslitini. Altjóða integratión er sjálv farleiðin, sum skal flyta okkum hendur, hugskot, førleika og kapital uttaneftir, ið fara at hava avgerandi týdning fyri nýskapan og tillaging. Altjóða samstarv gerst beinleiðis integratión, tá regluverk, tøkni og kunnleiki her heima eru eins og tey eru í mest framkomna partinum av heiminum. Trivnaðurin fevnir m.a. um tað blíða, forvitna og fevnandi tolsemið, sum setur ymisk fólk í samband við hvørt annað. Trivnaður er eisini alt tað natúrliga, arkitektoniska og sosiala rúmið, sum føroyingar skulu hava at virka í. 

Samtykt
Fortreytirnar eru partur av skjalinum um framtíðarmyndina, sum býráðslimir samtyktu á býráðsfundi 18. mars 2010