RUSKPOSAR TIL HÚSARHALD

Tvær ferðir um árið - í apríl og oktober - fáa øll húski í Tòrshavnar kommunu borið eitt rull við 28 ruskposum. Hesir posar skulu røkka í eitt hálvt ár. Fyri at fáa ruskposar, skal húskið vera skrásett í fólkayvirlitinum í kommununi. Húski við fimm fólkum ella fleiri fáa tvey rull.

Fólk ella húski, ið hava tørv á fleiri posum, ella sum ikki eru skrásett í kommununi, kunnu nýta vinnuposar. Hesir, við bláari áskrift  „VINNUBURTURKAST“,  fáast til keyps í handlum í býnum. Hetta at heinta og beina burtur posarnar er íroknað keypsprísinum fyri vinnuposarnar.
Tú kanst lesa meira um ruskposar til húsarhald niðanfyri

                  
 

Spurningar
Hevur tú spurningar viðvíkjandi innsavning av gráa posanum ella grønu spannini, kanst tú venda tær til:

IR Lastbilar
Tel. 77 11 50
Ofta settir spurningar
Eg havi ongar ruskposar fingið, hvørji ráð eru til at taka?
Eg havi ongar ruskposar eftir, hvar kann eg fáa fleiri?
Hvussu fáa vit ruskposar, nú vit eru flutt í kommununa?
Vit hava tørv á fleiri posum, tí vit eru so nógv í húsi. Kunnu vit fáa fleiri ruskposar?
Kann eg brúka aðrar posar enn teir frá Tórshavnar kommunu?
Ruskið hjá mær bleiv ikki tikið seinastu viku, hvat skal eg gera til tess at fáa hetta í rættlag?
Eg leigi eitt kamar í kommununi, ber til hjá mær at fáa ruskposar?