UmhvørvisVinurin – ein grøn virðisløn 9. mai 2010
Á øðrum sinni letur Tórshavnar kommuna eina serliga umhvørvisvirðisløn í sambandi við umhvørvisvikuna, sum verður 10. til 16. mai 2010. Virðislønin verður latin onkrum, ið hevur gjørt okkurt serligt fyri umhvørvið. Freistin at innstilla fólk er 1. mai.

Umhvørvisviðurslønin, sum er áljóðandi 10.000 krónur, kann latast einum stovni, virki, felagi, bólki ella einstaklingi í Tórshavnar kommunu.

Hugsanin er, at fólk skulu innstilla onkran, tey halda hava uppiborið eitt herðaklapp fyri okkurt gott umhvørvisarbeiði ella -átak, og eisini ber til at innstilla seg sjálvan til virðislønina.

Nógvar orsøkir kunnu vera til eina innstilling, so sum orkusparandi tiltøk, varandi orka, skiljing av burturkasti, endurnýtsla, kunning um umhvørvisvernd, dálkingarfyribyrgjandi átøk, vistfrøðilig átøk, umhvørvisvinarlig ferðsla og mangt annað.

Bert hugflogið setur markið, tí øll eru vælkomin at venda sær til Tórshavnar kommunu við innstillingum til Umhvørvisvirðislønina, tí jú fleiri eru at velja ímillum, jú betur er.

Oyðublað til innstillingina kann takast niður her ella ber til at venda sær til Snarskivuna, telefon 30 20 10. Innstillingarnar skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 1. mai og skulu sendast til Tórshavnar kommunu, Heilsu- og umhvørvisdeildin, postboks 32, 110 Tórshavn.




Plantið eitt træ - væl vitjað! - Leygardagur 15. mai 2010
Jens Kjeld Jensen úr Nólsoy gjørdist umhvørvisvinur 2010 - 14. mai 2010
Tlf nr. til Reinhaldið í kommununi - 14. mai 2010
Teknikappingin - vinnarin finnast í kvøld! - 14. mai 2010
Væleydnað útisvimjing í Hoyvík - 14. mai 2010
Sera spennandi evniskvøld í Perluni í kvøld - 12. mai 2010
Her er skráin til Grønu konsertina! - 12. mai 2010
Kommunufyrisitingin úti og ruddar í dag - 12. mai 2010
Umhvørvisvikan 2010 sett - 10. mai 2010
Kommunuleiðslan plantaði trø við Tórsvøll - 10. mai 2010
Grøn konsert í Vágsbotni - 07. mai 2010
Ókeypis kjølsvín frá Tórshavnar havn - 05. mai 2010
Kranavatnið reinari enn fløskuvatn - 04. mai 2010
Teknikappingin byrjar longu í dag - 03. mai 2010
Um at svimja á sjónum - 3. mai 2010
Umhvørvið heima og úti - 3. mai 2010
13 bólkar luttaka í stuttfilmskappingini - 27. apríl 2010
Marknaðardagur ein partur av Umhvørvisvikuni
Takið hundalortarnar upp! - 19. apríl 2010
Áin, vágin og fjøran - stuttfilmskapping - 14. apíl 2010
Stuðul til umhvørvistiltøk - 12. mars 2010