Fríggjadagin 14. mai, skipar Umhvørvisvikan fyri marknaðardegi. Marknaðardagurin, sum ung í Margarinfabrikkini skipaðu fyri 11. apríl, eyðnaðist so mikið væl, at fyriskipararnir av Umhvørvisvikuni vilja royna hettar tiltakið aftur. Marknaðardagin kunnu fólk tekna seg til at leiga eitt borð og eitt nú selja ymiskt, tey sjálvi hava evnað til, brúkt klæðir og leikur, gomul ting og annars alt, sum kundi havt áhuga fyri onnur. Eisini eru fyritøkur vælkomnar við sínum umhvørvisvinarligu vørum.
Borð verða sett upp í Reinsarínum og í tjaldinum uttanfyri. Tað sum leigarin fær fyri at selja sínar lutir, fær leigarin sjálvandi sjálvur í lumman. Leigan fyri borðini er ásett at vera 250 kr. og borðini eru 80x200 cm. til støddar. Til ber at tekna seg til at leiga borð frá mánadegnum 26. apríl til 10. mai 2010 á teldupostadr. UV@torshavn.fo Tiltakið byrjar kl. 15 og endar kl. 21.
Margarinfabrikkin og umhvørvisvikan