Um at svimja á sjónum 3. mai 2010

Nøkur góð ráð, til tykkum sum ætla at svimja á sjónum fyri fyrstu ferð 13. mai.

Eitt gott hugskot er at lata seg í svimjiklæðir heimanifrá, tað er nógv lættari. Tey sum svimja dagligt, eru í svimjidrakt/buksum, summi í baðihettu og svimjiskóm. Tað er ikki neyðugt at vera í hettu og skóm. men hettan verjir høvdið, um tú fert undir.  Haldklæði er sjálvandi neyðugt at hava við, ella eina baðikápu.

Tað er gott at fara í heit klæðir aftaná, t.d. ullinta troyggju og buksur, pulshosur og heitar skógvar. Tað ber eisini til at fara í eina termodrakt.

Umstøðurnar at skifta í eru ikki av teimum allar bestu –  skift verður í einum neysti við moldgólvi.  Tú kanst taka eina spann ella okkurt líknandi at leggja klæðini í, so er tú vís/ur í at klæðini eru turr og rein, tá tú skal í tey aftur.

Plantið eitt træ - væl vitjað! - Leygardagur 15. mai 2010
Jens Kjeld Jensen úr Nólsoy gjørdist umhvørvisvinur 2010 - 14. mai 2010
Tlf nr. til Reinhaldið í kommununi - 14. mai 2010
Teknikappingin - vinnarin finnast í kvøld! - 14. mai 2010
Væleydnað útisvimjing í Hoyvík - 14. mai 2010
Sera spennandi evniskvøld í Perluni í kvøld - 12. mai 2010
Her er skráin til Grønu konsertina! - 12. mai 2010
Kommunufyrisitingin úti og ruddar í dag - 12. mai 2010
Umhvørvisvikan 2010 sett - 10. mai 2010
Kommunuleiðslan plantaði trø við Tórsvøll - 10. mai 2010
Grøn konsert í Vágsbotni - 07. mai 2010
Ókeypis kjølsvín frá Tórshavnar havn - 05. mai 2010
Kranavatnið reinari enn fløskuvatn - 04. mai 2010
Teknikappingin byrjar longu í dag - 03. mai 2010
Umhvørvið heima og úti - 3. mai 2010
13 bólkar luttaka í stuttfilmskappingini - 27. apríl 2010
Marknaðardagur ein partur av Umhvørvisvikuni
Takið hundalortarnar upp! - 19. apríl 2010
Áin, vágin og fjøran - stuttfilmskapping - 14. apíl 2010
UmhvørvisVinurin – ein grøn virðisløn - 9. mai 2010
Stuðul til umhvørvistiltøk - 12. mars 2010