Komið og teknið á býar- og barna bókasavninum og vinnið eina gávu. Øll børn hava í umhvørvisvikuni og í vikuni frammanundan høvi at koma oman á býarbókasavnið at tekna eina mynd. Myndin skal hava okkurt við umhvørvið at gera, og bert hugflogið setur mørkini.
Um tú ivast, hvat tú skal tekna, so er kanska ein byrjan at hugsa um eitthvørt, sum hevur við ánna, vánna ella fjøruna at gera, tí hetta er evnið á umhvørvisvikuni. Teknikappingin byrjar longu í dag 3. mai og fer fram til mikudagin 12. mai. Bókasavnið hevur opið mánadag til fríggjadag kl. 10-18 og leygardag kl. 10-14.
Besta tekning í bólkinum “Børn undir skúlaaldur” vinnur eitt árshald frá barnabókaklubbanum.
Besta tekning í bólkinum “Børn 1.- 3. flokk” vinnur eitt Nintendo DSI.
Besta tekning í bólkinum “Børn 4. flokkur og eldri” vinnur ein Ipod.
Vinnarnir verða kosnir fríggjakvøldið 14. mai á pallinum, har tann Grøna konsertin verður.