Tórshavnar havn byrjaði í morgun at býta út ókeypis kjølsvín til allar bátaeigarar í kommununi. Einir 650 smábátar eru í allari kommununi, og ætlanin er, at allir skulu fáa ókeypis kjølsvín.
Kjølsvínið verður lagt í kjølin á bátinum, og ein fyrimunur er, at tá tað skal burturbeinast, so kann tað koyrast í ein vanligan ruskposa.
Á myndini sæst Elin Lindenskov, forkvinna í Heilsu- og Umhvørvisnenvidni, við einum kjølsvíni umborð á einum báti niðri við Kongabrúnna.