- Málið var, at allar kloakkir í landinum skudu verða umlagdar og leiddar burtur frá ánni, vánni og fjøruni og beindar út á streymasjógv í seinasta lagi í 2010. Hóast vit og fleiri aðrar kommunur í landinum hava strembað eftir at náa málinum, so vísti tað seg, at kunngerðin ongantíð varð lýst. Nú er kunngerðin lýst og málið flutt til 2015, segði Elin Lindenskov m.a., tá hon setti umhvørvisvikuna í morgun.
- Í seinastu viku fingu allir smábátar í kommununi eitt “kjølsvín” (mong halda, at tað skal fara at eita “kjølsúgv”), men hetta er fyri at minka um oljulekar frá smábátunum á vánni.
- Ætlanin við umhvørvisvikuni er at fáa okkum sum borgarar at gerast meira tilvitað um umhvørvið. Skráin fyri vikuna er fjølbroytt.
- Í dag ber til at fara á umhvørvisveiðu. Tiltakið er serliga ætla elstu barnagarðsbørnunum og ynsktu skúlabørnunum. Veiðan byrjar á Sjósavninum og fylgir fjørðuni yvir til Margarinfrabrikkina. Eitt sera spennandi tiltak, sum skal gera børnini meira tilvitað um ánna, vánna og fjøruna.
- Á Margarinfrabrikkini er kreativur verkstaður. Har ber til at planta eina blómu ella at brúka skapandi evnini, at evna eitthvørt kreativt burturúr tara, goggu, steinum o.ø.
- Á Barnabókasvaninum heldur teknikappingin fram. Børnini siga sína hugsan um umhvørvið á tekningunum.
- Tveir ruddingardagar eru í vikuni, mikudagin rudda skúlar, handlar og virkir. Og leygardagin er almenni ruddingardagurin.
- Mikukvøldið er evniskvøld í Perluni. Í 5 fyrilestrum fara vit at fylgja vatninum, frá borgaranum og út í ánna, vánna og fjøruna. Tá ber til at keypa mat við uppruna úr ánni, vánni og fjøruni.
- Hetta kvøldið verðau ársins umhvørvisvinur kosin og umhvørvisstuðulin 2010 latin.
- Hósdagin fara vit á sjógv, tá skipa útisvimjarar fyri svimjing í fjøruni í Hoyvík. Hevur tú hug, at loypa á sjógv – so kom við ☺ !
- ST hevur lýst 2010 at verða lívfrøðiligt margfeldisár. Hósdagin er ein gongutúrur fram við Hoydalsá, tá fara fólk frá náttúruvísundadeildini at greiða frá plantu- og djóralívi fram við ánni. Túrurin endar á Boðanesi, har KFUM skótar grilla pylsur og breyð.
- Fríggjadagin er marknaðardagur á Reinsarínum í Tórsgøtu, eitt sera vælumtókt tiltak, har tú kanst selja/keypa brúkt klæðir, leikur, bøkur o.a. Ókeypis Grøn konsert er í Perluni hetta kvøldið, matsøla verður í Vágsbotni og vinnarar av stuttfilmskappingini og teknikappingin verða almannakunngjørdir. Stuttfilmarnir verða vístir í Sjónvarpinum í vikuni.
- Leygardagurin er ruddingar- og plantudagur. Tá fáa borgarir eitt træ at planta.
- Við hesum lýsi eg Umhvørvisvikuna 2010 at verða setta, segði Elin Lindenskov í morgun, tá hon setti umhvørvisvikuna.