Grundøki tøk við Krossá í Kaldbak


Við innkoyringina til Kaldbak er 1 byggibúgvið grundøki. Upplýsingar um grundøkið síggjast niðanfyri. Grundøkið er ikki útgrivið ella slættað. Tekniskar veitingar sum vatn og el eru til økið umframt íbinding til felags reinsiverk.

Økið er nakað bratt, og serligar byggireglur eru galdandi. Grundøkið liggur í náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg. Skjótt er at ganga inn í bygdina, og stutt er til dagstovn, skúla o.a. Útsýnið er heilt einastandandi vakurt yvir fjøllini og fjørðin.

Fyrispurningar um bygging verða at senda til torshavn@torshavn.fo og skulu stílast til byggideildina. 
Grundstykki til sølu
Nr.
Matr. nr.
stødd  Keypsprísur
Seljari
3K  22 s
519
  213.568,50
 Tórshavnar kommuna
Kort
Kort við øllum grundstykkjunum sæst HER