Skarðshjalli

Nú hevur tú møguleikan at ogna tær byggibúgvin vinnugrundstykki áSkarðshjalla. Sum framhald av útstykkingini á Sandvíkarhjalla,útstykkjar kommunan umleið 15.800 fermetrar til vinnugrundstykki áSkarðshjalla.

Grundstykkini eru ætlað til framleiðsluvinnu, byggivinnu, bilasølu,verkstaðir og líknandi vinnur, sum eru umhvørvisflokkaðar í flokki 3 til6.

Stødd á grundstykkjum 
Støddin á grundstykkjunum verður millum umleið 800 og 1.800 fermetrar.

Grundstykkini verða útgrivin og grovplanerað, og verður fjarðhiti, vatn, kloakk og el lagt inná hvørt stykki.

Kostnaður
Mettur fermeturprísur er. kr. 1.250,00

Helvtin av metta kostnaðinum fellur til gjaldingar við undirritan avfyribilsskeyti, og restin fellur til gjaldingar, tá ið økið er liðugtbyggibúgvið og grundstykkini eru matrikulerað.

Tíðarætlan
Fyrstu stykkini verða ætlandi byggibúgvin á heysti 2011.

Fleiri upplýsingar
Um tit vilja ogna tykkum eitt stykki, ella um tit hava spurningar íhesum sambandi, kunnu tit venda tykkum til løgdeildina á telefon 302010
ella senda okkum teldubræv á torshavn@torshavn.fo

Tað skal viðmerkjast, at nøkur av stykkjunum eru avløgd.


Skarðshjalli kort

Viðmerking: Útstykkingin liggur í umráðisparti B8. í 3. grundumráði

§ 15. Ásetingar fyri umráðispart B8 í 3. grundumráði
1. Loyvt er einans at byggja hús til vinnuvirki, herundir umsitingar- og
tænastuvirki, verksmiðjur, goymslur og tílíkt og til tænastuvirksemi, ið hevur
samband við hesi.
2. Byggingin skal verða sett samsvarandi heildarætlan fyri alt økið ella fyri
hóskiligar partar av økinum.
3. Byggistigið má ikki fara upp um 0,5.
4. Rúmmálið á húsunum má ikki fara upp um 3,0 m³ fyri hvønn m² av
grundstykkinum.
5. Eingin partur av útveggi ella tekju má verða hægri enn 13 m, tó kunnu neyðugir
tekniskir húsalutir verða hægri eftir nærri góðkenning býráðsins.