Ávísing til røktarheimspláss

Ein upptøkunevnd, ið er felags fyri ellis- og røktarheimini, tekur sær av ávísingini til búplássini á heimunum.

Í nevndini eru stjórin fyri Heilsu- og umsorganartænastuna, eindarleiðararnir, visitator og skrivari.

Av tí at trot er á røktarheimsplássum í kommununi, verða umsóknirnar raðfestar eftir tørvi og ikki eftir uppskrivingardegi. Tey, ið vitjanarnevndin metir hava mest átrokandi tørv á plássi, verða tikin framum.

Umsóknarblað til eldrabústovn kann verða tikið niður HER. Umsóknarblaðið fæst eisini á teimum fimm stovnunum og í Snarskivuni.